Hann skal avloysa Lassin Isaksen, sum er fallin fyri aldursmarkinum. Fótbóltssambandið hevði innstillað Petur Reinert til nýggjan altjóða dómara, og FIFA hevur nú boðað FSF frá, at tað hevur góðkent innstillingina. Tað skrivar heimasíðan hjá FSF. FIFA-listin fyri 2007 sær nú soleiðis út:
Dómari: Petur Reinert
Hjálpardómarar: Jón Kári í Brekkuni, Jens Albert Simonsen og Regin Egholm