Petur Reinert svarar aftur

- Vit hava ikki tikið føroyskan fótbólt sum gísla

Í Ítróttar Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag, harmast formaðurin í dómaranevndini hjá FSF um, at dómarafelagið hótti við verkfalli bara ein dag undan at Effo-deildin skuldi byrja.

 

Les Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

- Eg eri vónbrotin av, at tað verður tosað um verkfall dagin fyri kappingarbyrjan. Tað er ikki fair fyri spælararnar, sum hava fyrireikað seg í longri tíð, sigur Fríðin Ziskason, formaður í dómaranevndini hjá FSF.

 

Dómarafelagið svarar aftur

Formaðurin í FDF, Føroya Dómarafelag, vil ikki hava sitandi á sær, at hetta skal vera ein støða, sum er íkomin brádliga.

 

- Vit boðaðu longu frá um miðjan feburar, at vit ikki dømdu uttan nýggjan sáttmála. Vit bjóðaðu eisini til fund longu í november í fjør, sigur Petur Reinert, og leggur afturat:

 

- Teir kom ikki til samráðgingarborðið fyrr enn 72 tímar áðrenn kappingarbyrjan. Vit hildu eisini, at vit høvdu eina avtalu mikukvøldið undan kappingarbyrjan, men tað uppskotið bleiv eisini avvíst, sigur Petur Reinert við in.fo.

 

Fram til fríggjakvøldið á midnátt var framvegis óvist, um dómararnir fóru at møta til kappingarbyrjan dagin eftir. Tá bleiv ein fyribils avtala gjørd fram til 3. apríl. Ein avtala, sum ikki smakkar so væl hjá dómarafelagnum.

 

- Eg kann siga so mikið, at tað er dómarafelagnum at takka, at tað bleiv dømt um vikuskiftið, sigur Petur Reinert, sum við tí leggur upp til, at dómararnir strektu seg langt í samráðingunum.

 

Petur Reinert ætlaði sær ikki í miðlarnar

Formaðurin í dómarafelagnum leggur afturat, at hann er harmur um, at formaðurin í dómaranevndini er farin í fjølmiðlarnar um samráðingarnar.

 

- Hetta er nakað, sum skuldi verið millum teir fýra veggirnar, har vit samráðast. Úttalisið frá FSF er einasta orsøkin til, at eg svari aftur í fjølmiðlunum. Eg kann ikki hava sitandi á mær, at dómarafelagið skal hava tikið føroyskan fótbólt sum gísla, sigur Petur Reinert, sum tó vónar at finna ein loysn áðrenn 3. apríl.

 

Formaðurin í dómaranevndini hjá FSF, Fríðin Ziskason, ynskir somuleiðis at finna eina loysn. So er spurningurin bara um tað eydnast at koma til eina semju. Fyribils døma dómararnir fram til 3. apríl, upp á eina fyribils avtalu.