Petur sá fyrsta reyða kortið

NSÍ álopsessið skoraði í fyrra hálvleiki, og varð vístur av vølli stutt undan dystarenda

Fyri fyrstu ferð í ár hevur reyða kortið verið á lofti í bestu fótbóltsdeildini.

Tað var, tá ið tað restaðu fýra minuttir av dystinum millum greipuvinnararnar í fjør, HB, og NSÍ á Tórsvølli seinnapartin.

Tá ið seinni hálvleikur var eitt korter gamal, sá Petur Knudsen gula kortið, og tá ið tað restaðu fýra minuttir bríkslaði Alex Troleis aftur fyri frísparki ímóti Peturi Knudsen. Dómarin metti, at taklingin var so ógvuslig, at hon skuldi kosta gult kort, og so var reyða kortið eisini á lofti.

Í øðrum umfari, sum verður um eina viku, skal NSÍ spæla á útivølli ímóti KÍ, og tá verður Petur Knundsen leikbannaður.