Nýggja starvið sum tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum er nú sett. Royndi venjarin og instruktørurin Petur Simonsen er settur í starvið. Nevndin í Fótbóltssambandinum hevur sett Petur S. Simonsen sum tekniskan stjóra.
Starvið varð lýst leyst, og tað vóru 3 umsóknir til starvið.
Petur Simonsen varð einmælt innstillaður til starvið av útbúgvingarnevndini hjá FSF.
Tað er eitt krav frá FIFA, at FSF skal hava ein tekniskan stjóra, og nevndin er av teirri áskoðan, at Petur Simonsen er sera væl skikkaður til starvið.
Petur S. Simonsen er ikki eitt ókent navn innan føroyska fótbóltsheimin. Hann hevur verið aktivur bæði sum leikari, nevndarlimur og venjari. Seinni árini hevur hann verið leiðari fyri venjaraútbúgvingina hjá FSF.