Petur Skeel varð føddur í Havn tann 28. juni í 1925. Pápin, Mourits E. Jacobsen, var ættaður úr Kaldbak og mamman av Eiði. Hon doyði á barsilssong við Peturi Skeel.
Sum seks ára gamal flutti Petur til Kaldbaks og vaks upp hjá ommubeiggjanum, Petur Skeel Nolsøe, sum var bóndi í Kaldbak.
Sum 19 ára gamal fór Petur til Havnar á preliminerskúla. Eftir tað fór hann í læru á Gjaldstovuni og arbeiddi har í nøkur ár, til hann sá eina lýsing eftir fólki at koma at starvast á veðurstøðini, sum helt til á Skansanum í Havn. Petur Skeel søkti og fekk starvið.
Veðurstøðin flutti seinni í nýggj høli við Svalbardsvegin. Petur arbeiddi skiftivís á Gjaldstovuni og á Veðurstøðini. Í 1962 fór hann til Danmarkar, har hann fekk starv hjá Meteologisk Institut.
Fyrst í 90-unum kom hann aftur til Føroya og arbeiddi sum veðurfrøðingur á flogvøllinum í Vágum.
Seinni flutti verðurtænastan av flogvøllinum til Havnar – at húsast hjá Vaktar- og bjargingartænastuni Yviri við Strond.
Tá Petur Skeel gjørdist sjeyti, fór hann frá sum veðurmaður. Tá var hann rættuliga vorðin fólkaogn sum tann hugnaligi veðurmaðurin í »Góðan morgun Føroyar« í útvarpinum, har hann dagliga spáddi um veðrið.
Síðani 1996 hevur Petur Skeel verið fastur fúsur her á Sosialinum. Hann er á blaðnum hvønn dag, har hann skrivar veðurtíðindini á baksíðuni. Hann lesur ymisk veðurkort, og út frá teimum og veðurforsagnunum frá DMI, ger hann so sínar veðurforsagnir. Eisini er hann at hoyra í veðurtíðindunum á Rás2.
Petur hevur eisini ymisk frítíðarítriv. Honum dámar sera væl at dansa føroyskan dans, sum hann altíð hevur gjørt nógv við – eisini árini í Danmark. Hann er eisini virkin í dansifelagnum Dansifrøi.
Kona Petur, Malla, sum var ættað úr Rituvík, doyði í 1987. Tey fingu tríggjar dreingir, sum allir búgva í Danmark við familjum.
Petur er burturstaddur føðingardagin, men vit í Miðlahúsinuim ynskja honum hjartaliga til lukku við degnum!
-red