Tað hevur verið eitt sindur av iva um Petur Knudsen. Framrættaði lyklaspælarin hjá NSÍ hevur ikki enn skrivað undir sáttmála, og harvið er tað ikki greitt, um hann fer at umboða NSÍ í ár, um hann fer at umboða okkurt annað føroyskt felag, ella um hann kanska fer av landinum at royna fótbóltsevnini.
Undan jólum vandi hann við HB, men eftir jól hevur hann aftur vant við NSÍ, og í dag var hann millum málskjúttarnar á NSÍ liðnum, sum á heimavølli vann 5-1 ímóti B68 í venjingarkappingini.
B68 luttekur í kappingini, tí TB hevur givið avboð.
Í fyrra hálvleiki skoraðu Aron Knudsen og Pætur Skipanes, og Jannik Olsen, sum síðstu árini hevur spælt við NSÍ, minkaði um munin fyri B68. Í seinna hálvleiki skoraðu Betuel Hansen, Petur Knudsen og Jann Benjaminsen.
Karstin Hansen vardi NSÍ málið, og millum teir fyrstu ellivu vóru Kári Hansen, Pætur Skipanes og Rógvi Egilstoft Nielsen.