Í nøkrum av bilunum hjá Peugeot ? teimum í 307 røðini - verður nú ein hentleiki afturat, nevniliga ein »Speed Limiter« ella ferðavmarkari, sum setur mark fyri, hvussu skjótt bilurin kann koyra.
Í stuttum virkar ferðavmarkarin soleiðis, at ein hámarksferð verður stillað inn, og tá ið ferðin á bilinum verður skjótari enn hetta, fer spitarin at gera mótstøðu, hann verður trekari. Tað ber tó framvegis til at koyra skjótari, t.d. í neyðstøðu. Men so má bilførarin at traðka harðari á spitaran. Peugeot upplýsir, at kostnaðurin fyri henda eyka hentleika er um 1.000,- kr.
Her kann verða lagt afturat at slík útgerð er í bilinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Henda hevur so tann møguleika afturat, at hámarksferðin verður ásett í einum talgildum landkorti, og við hjálp av einum GPS?ara verða signal send til eina stýring í bilinum, sum ávirkar spitaran. Ráðið fyri Ferðslutrygd er við í einum granskingarsamstarvi saman við svium. Hetta umfatar fyribils, at eitt talgilt kort er gjørt fyri eina ávísa leið í Havn. Hetta kortið er gjørt í samstarvi við Tórshavnar Kommunu. Sum dømi kann verða nevnt, at í kortinum er ásett, at hámarksferðin eftir Áarvegnum skal vera 30 km/t. og verður koyrt skjótari enn tað, verður spitarin trekur. Uttanfyri Havnina ber eisini til at nýta útgerðina við at stilla hámarksferðina inn manuelt, og tá virkar útgerðin á sama hátt sum tann í nýggju Peugeot bilunum.
kelda: www.rff.fo