Í hesum døgum eru 50 ár liðin síðan Peugeot fyrstu ferð komu á marknaðin við einum persónbili við dieselmotori í 1959. Talan var um Peugeot 403, sum tá hevði verið á marknaðinum í fýra ár við bensinmotori. Bilurin hevði ein 1.8 litra dieselmotor við 48 hk, sum gav eina toppferð upp á 120 km/t.
Peugeot 403 er helst best kendur frá sjónvarps krimirøðini, har sjónleikarin Peter Falk spælir leiklutin sum detektivurin ?Columbo?. Hann koyrir nevniliga í einum gomlum útslitnum Peugeot 403 við kalesju.
Í dag er franska PSA-bilverksmiðjan, sum framleiðir bilmerkini Peugeot og Citroën, heimsins størsti framleiðari av dieselmotorum til persónbilar.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum