Peugeot 607 til danska umhvørvis og orkumálaráðharran

Nú verður skjótt eitt ár síðan Peugeot 607 alment varð vístur fram á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt í september í fjør. Bilurin koyrir í eitt nú heimlandinum hjá Peugeot, Fraklandi, og kemur á danska og føroyska marknaðin í heyst.

Magnus Gunnarsson



Stórur, ljóðleysur

og rúmligur

Peugeot 607 er ein stórur, snøggur og rúmligur bilur, ið er ein sonn fragd at koyra. Hann er so ljóðleysur, at tey, sum sita aftan og framman kunnu kunnu lættliga tosa saman, tá koyrt verður við nógvari ferð.

Av trygdarútgerð er millum annað 6 airbags, harav tvær eru sum rullumadrassur, ið blásast upp og verja høvdið við ein síðusamanstoyt.

ABS bremsurnar hava elektroniskan bremsukraftfordeilara, eins og antispin (ARS) og elektroniskan stabilitetskontrol (EPS). Peugeot 607 verður framleiddur eftir einari nýggjari skipan, ið gevur kundanum møguleikar fyri at fáa bilin uppbygdan eftir egnum ynski.


High Density Injection

Bilurin er sera væl útgjørdur, og standard útgerðin er m. a. klimaanlegg við mikrofiltri, ið kann regulerast til tey, sum sita í høgru ella vinstru síðu. Eisini hevur hann fartpilot, koyriteldu og regnsensorar, ið automatiskt seta viskararnar í gongd, tá tað regnar á forrútin.

Umframt el-rútar og el-spegl við varma, kann viðførisrúmið lætast upp elektriskt ella uttanífrá, við knøttinum, ið situr í nullinum á 607 embleminum aftan.

Møguleiki er at velja ímillum tríggjar motorar, ein 2.2 litur bensinmotor við 160 hk, ein 3.0 litur V6 við 210 hk, og tann nógv umtalaða 2.2 litur HDI (High Density Injection) common rail dieselmotorin við 133 hk og tí nýggja framkomna filtrinum, ið við eini eyka forbrenning reinsar teir smáu sótmolarnar burtur.


Bílagt 607

sum ráðharrabil

Danski umhvørvis- og orkumálaráðharrin, Svend Auken, vil ganga undan sum eitt gott fyridømi, og hevur saman við bilførara sínum bílagt ein metalgráan Peugeot 607 HDI.

Auken verður argaður av øðrum politikarum fyri at koyra við stórum bensinslúkara, ið dálkar umhvørvið. Hann sigur millum annað við Politiken:

? Hvis branchen kommer med en god løsning, så viser jeg den gerne frem!

Eisini gleðir hann seg yvir, at hann við nýgga ráðharrabilinum fer at koyra næstan dupult so langt uppá liturin, og at dálkingin verður so lítil sum til ber.

Keldur: FDM / Motor & Peugeot Danmark, Presseafdelingen