Ph.d.-ritgerð: Gransking í Føroyum styrkt á vindorkuøkinum

Mánadagin 18. juli vardi Turið Poulsen ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll.

 

Ritgerðin ber heitið "Analysis and modelling of the wind energy resources in the Faroe Islands."

 

Hetta skrivar setur.fo.

 

Turið Poulsen hevur gjørt sítt granskingararbeiði í Føroyum og hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Nattúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hans-Georg Beyer, professari í orkuverkfrøði, hevur verið høvuðsvegleiðari hennara, meðan Bárður Niclassen og Gregor Gibel frá DTU hava verið hjávegleiðarar. Í metingarnevndin sótu hesi:

 

Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni og adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya

Ana Estanqueiro, leiðandi granskari á Laboratório Nacional de Energia e Geologia í Lissabon

David Infield, professari á Institute of Energy and Environment, University of Strathclyde í Glasgow.

 

Metingarnevndin metti, at ritgerðin og framløgan vóru á góðum vísindaligum støði, sum væl lúka krøvini til ein ph.d. Haraftrat varð mett, at Turið hevur ment nýggja vitan, sum er av stórum týdningi fyri at vindorkuøkið í Føroyum. Tískil varð ph.d.-heitið givið Turið Poulsen, sum nú kann kalla seg ph.d. í vindorkuvísindum. Fróðskaparsetrið vónar at Føroyar og tey, sum arbeiða við vindorku, fara at gagnnýta ta vitan, sum granskingararbeiðið hjá Turið Poulsen hevur ment, skrivar setur.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.