Ph.d.-verja: Fótbóltsspæl sum fyribyrging og viðgerð

Fríggjadagin 7. mai klokkan 13:00 fer May-Britt Skoradal at verja sína ph.d.-ritgerð, sum kannar, hvussu fótbóltsspæl kann fyribyrgja sjúku, brúkast sum viðgerð fyri sjúku og eisini fremja heilsu

Fríggjadagin 7. mai klokkan 13:00 fer May-Britt Skoradal at verja sína ph.d.-ritgerð, sum kannar, hvussu fótbóltsspæl kann fyribyrgja sjúku, brúkast sum viðgerð fyri sjúku og eisini fremja heilsu. Verjan, sum er almenn, verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, skrivar setur.fo.

 

Ritgerðin kannar, hvørja ávirkan fótbóltsvenjing hevur á likamligu heilsuna hjá børnum, miðaldrandi og eldri kvinnum og monnum við prediabetes. Ritgerðin snýr seg um fýra randomiseraðar kontrolleraðar kanningar (RCT). Kanning 1 byggir á 41 kvinnur, sum eru um skiftisárini, røra seg lítið og hava ov høgt blóðtrýst.

 

Kanning 2 og 3 byggja á 50 kvinnur og menn (28 menn og 27 kvinnur), sum eru 55-70 ára gomul og hava fingið staðfest prediabetes. Í kanning 4 eru 392 10-12 ára gomul skúlabørn (203 dreingir og 189 gentur). Tilsamans luttaka 488 royndarfólk.

 

Í øllum kanningunum vóru luttakararnir tilvildarliga (randomiserað) býttir í ein fótbóltsbólk (FB) ella ein kontrolbólk (KB). FB-arnir spældu skipaðan fótbólt á smáum vøllum í ávikavist eitt ár, 16 vikur og 11 vikur í kanning 1, 2+3 og 4. Harafturat fingu luttakararnir í bólki 2 og 3 kostvegleiðing (bæði FB og KB), og í kanning 4 fekk FB eisini frálæru um heilsu.

 

Áðrenn og aftaná interventiónstíðarskeiðini vórðu hesar mátingar gjørdar: arterielt blóðtrýst, vødda- og feittmongd og treystiskanning (fitness) í kanning 1, 2 og 4. Í kanning 1 og 3 var bein-mineral-tættleikin og bein-mineral-innihaldið í beinagrindini kannað. Harafturat vóru blóðroyndir tiknar í kanning 1, 2 og 3.


Les um úrslitið og niðurstøðuna HER