Leikandi venjarin hjá Mjølni, Phil Freere sum er úr Avstralia kann fegnast. Aftaná fýra dystir hevur Mjølnir fult stigatal, 12 stig.
- Okkara menn spældu góðan flogbólt í dag, og tað legði lunnar undir 3-0 sigurin, sigur Phil Freere.
Hóast SÍ er frammanfyri Fleyr á stigatalvuni, so væntar Phil Freere, at tað verða Mjølnir og Fleyr sum fara allan vegin: - Hetta eru tvey tey bestu liðini í liguni, sigur Phil Freere.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Phil Freere beinleiðis á FM1 aftaná 3-0 heimasigurin á Fleyr.
HER ber til at hoyra Óla G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Til ber eisini at hoyra viðmerkjaran, Gaja í Brekkuni taka samanum dystin.
HER ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jens Hera Bolstad Mortensen og Sigmund av Teigum hjá Fleyr.