PhotoCare letur upp í Hoyvík

Í morgun læt fotohandilin PhotoCare upp í nýggjum hølum í Hoyvík.

Fotohandilin PhotoCare er fluttur úr Dr. Jakobsensgøtu í Havn til Brekkutún 3 í Hoyvík. Niels Jacob Heinesen frá PhotoCare sigur, at tað er vegna plásstrot og nýggjar tænastur, at hann hevur valt at flyta í størri hølir. Í miðbýnum høvdu vit 32 fermetrar at ráða yvir, og í Hoyvík hava vit 200 fermetrar.


Í nýggju hølunum hava vit víðkað tænastuna, til at vit nú eisini hava eitt nútímans fotoatelier, eins og vit kunnu framleiða alt frá passmyndum til stórar plakatir. Eisini prenta vit á T-shirt, eins og klædnaprent sum heild. Vit koma at leggja dent á myndatøku, myndagávur og skeiðvirksemi. Hesi skeið vera fyri vanliga brúkaran, eins væl og tann meira roynda. Eisini vera skeið fyri tey, sum fyrstu ferð hava fingið sær eitt digitalt myndatól.


Í miðbýnum vóru vit grannar hjá FK í Dr. Jakobsensgøtu og nú eru grannar hjá FK í Hoyvík, sigur Niels Jacob Heinesen frá PhotoCare.