Pia Kjærsgaard í sjálvdrátt

Pia Kjærsgaard, ið er leiðari í Dansk Folkeparti, ætlar ikki at arbeiða saman við donsku stjórnarflokkunum, Venstre og Konservative, nú valstríðið reelt er í gongd í Danmark. Tað sigur hon við danska blaðið Politiken.

Hon sigur, at tey fara at peika á Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharra, men at annars vilja tey klára seg sjálvi í Dansk Folkeparti.

- Eg vil ikki siga tað ov harðliga, at tey mugu klára seg sjálvi, men tað mugu tey jú hóast alt. Eg kann bara ynskja teimum bestu eydnu undir valstríðnum, og vóna at tað gongur sum best, sigur Pia Kjærsgaard.

- Frá nú av og fram til valstríðið fer tað at verða soleiðis, at eg kann ikki stýra hvat Venstre og Konservative gera. Eg skal profilera Dansk Folkeparti, soleiðis má tað verða, leggur hon dent á.

Mynd: B.T.