Piccard og Walsh: Ferðin niður á størsta dýpi jarðarinnar

Tað er trongligt í tí lítla húsinum, sum Jacques Piccard og Don Walsh mugu deila við ein hóp av útgerð. Trýstið á serbygda bátin ? "kavbátin" Trieste, kunnu vit siga - er øgiligt, og tað veksur fyri hvønn metur, sum báturin søkkur longur og longur niður í tað 11 kilometra djúpa havið. Longu nú eru teir á djúpri vatni, enn nakað annað menniskja áður hevur verið?

Kelda: Illustrueret Videnskab

Dýpdarmátarin vísir 260 metrar, og uttan fyri tann lítla rútin hevur myrkur lagt seg yvir tann lítla bátin, Trieste, sum minnir mest um ein lítlan kavbát. Løtu seinni eru teir niðri á 500 metra dýpi, og nú er bølamyrkt. Bert í lítla húsinum er veikt ljós, soleiðis at teir báðir menninir kunnu halda eyguni við tólunum.
Trieste er bygdur til at tola tað velduga stóra trýstið, sum er niðri í djúphavinum. Málið hjá Jacques Piccard og Don Walsh er ein ferð niður í djúpasta hav, sum finst undir vatnskorpuni, nevniliga niður í Challengerdýpið í Marianerveitini eystan fyri Filipinsku oyggjarnar
Her er dýpið meira enn 11 kilometrar!
Aftanfyri 17 sentimetra tjúkku stálveggirnar í Trieste sita sveisiski djúphavsgranskarin, Jacques Piccard og amerikanski flotayvirmaðurin, Don Walsh. Húsið, teir sita í, er slakar tveir fermet-rar stórt, og har rúmast eisini útgerðin, sum Trieste hevur.
Tað er sunnudagur, 23. januar 1960. Leiðin ber niður í Marianerveitina í Kyrrahavinum.
Níggju ár frammanundan hevur eitt bretskt kanningarskip funnið hetta dýpið, sum teir góvu navnið, Challengerdýpið. Teir staðfestu, at talan er um eina smala veit við røttum fjallasíðum báðumegin.
Um somu tíð, sum bretar gera sínar kanningar, er pápi Jacques Piccard, Auguste Piccard, í holt við at tekna djúphavsbátin, Trieste. Saman gera faðir og sonur fleiri royndir við bátinum.
Piccard-familjan í Sveits hevur ævintýrhug í blóðinum og eftir at hava sett eitt met fyri og annað eftir í ballónflúgving, hava teir nú vent eygunum móti djúphavinum, sum um hetta mundið lítið og einki er kannað.
Auguste hevur funnið út av, at til ber at fara niður í dýpið eftir somu prinsippum, sum tú fert uppeftir í eini ballón: Tú skalt bert hava ein stóran tanga, sum svarar til ballónina, og hesin tangi skal kunna regulerast, soleiðis at til ber at flyta kavbátin upp og niður ígjøgnum sjógvin.
Umborð á Trieste er tangin fyltur við bensini, sum er lættari enn sjógvur. Tá ið báturin skal á djúpri vatn, verður ein partur av bensininum slept úr tanganum, og sjógvur verður tikin inn í staðin.
Lítla húsið hongur undir tanganum, eins og gondolin hongur undir eini ballón. Í tveimum rúmum í stóra tanganum liggja tilsamans 16 tons av barlast, sum eru lodd úr stáli. Hesi hanga føst við elektromagnetum, sum Jacques Piccard og Don Walsh kunnu loysa við at bróta av streymin, sum heldur loddini upp á pláss. Soleiðis kunnu ævintýrararnir ? júst sum skiparin á ballónini kann blaka sandsekkir fyri borð - geva kavbátinum neyðugu uppdriftina ella seta ferðina móti havsins dýpi niður.
?

Ferðin byrjar klokkan 8.23 um morgunin, og ferðin niður í dýpið er umleið ein metur um sekundið. Men tað er ikki heilt so einfalt at stýra ferðini. Á vegnum niðureftir møta teir fleiri løgum við køldum sjógvi, sum minka um ferðina, til teir hava regulerað hana við at pumpa meira bensin út úr tanganum.
Ljóskastarar eru settir á húsið, og meðan teir lata seg søkka niður í dýpið, lata teir ljóskastararnar javnan senda einsamallar strálur út í bølamyrka sjógvin.
Teir fara fram við heilum "skýggum" av plankton, og Jacques heldur fyri, at hetta minnir um kavaflykrur, sum fara øvutan veg.
Spakuliga snýkir kuldin frá kalda sjónum seg inn í húsið, og teir báðir menninir byrja so smátt at gerast kaldir. Búnarnir gjørdust vátir, tá ið teir fóru umborð á bátin. Teir avgera at skifta klæðir, men hetta er ikki nøkur løtt uppgáva í tronga rúminum.
?

Eftir at Jacques Piccard saman við pápa sínum hevði gjørt nakrar væleydnaðar royndir við Trieste, fekk amerikanski flotin áhuga fyri kavbátinum. Í 1958 keypti flotin bátin og bjóðaði Jacques starv sum konsulentur. Samstundis verður gjørt av at styrkja alla konstruktiónina, soleiðis at hon kann tola velduga trýstið í djúpastu veitum á havinum.
Nýggja húsið verður bygt av Krupps í Týsklandi.
Øll konstruktiónin verður roynd á amerikansku støðini í San Diego, áðrenn kavbáturin verður fluttur til oynna, Guam, har amerikumenn hava eina av sínum kyrrahavsstøðum, sum liggur nakrar hundrað kilometrar frá Marianerveitini og Challengerdýpinum.
Tá ið amerikanski admiralurin, Ralph James, vitjar herflotastøðina, vísir Don Walsh honum sjálvsagt styrktu útgávuna av Trieste. Ralph spyr, hvussu tað ber til, at húsið er so væl sett saman, og at kantarnir við samansetingini eru so slættir og síggjast so lítið. Tá ið Don fortelir Ralph, at stykkini, húsið er sett saman av, eru límað saman, sigur admiralurin: "Her í flotanum líma vit ikki skipini saman?"
Don fær til uppgávu at útvega sær og starvsfelaganum grønt ljós fyri kanningarferðini niður á heimsins størsta dýpið.
Hann fer yvir til Washington, har hann verður sendur frá eini skrivstovu til aðra. Eingin í flotaleiðsluni torir at taka ábyrgd fyri hesi vandafullu kanningarferð.
At enda gevur ovasti leiðarin í amerikanska herflotanum, admiralurin Arleigh Burke, grøn ljós. Hann góðkennir ætlanina, men leggur samstundis dent á, at ferðin skal fremjast í loyndum og ikki almannakunngerast frammanundan. Einki má leka út, fyrr enn ferðin er liðug. Verður rannsóknin eitt fiasko, fer hon at geva herflotanum ringa umtalu, væntar admiralurin og vísir til tær fyrstu royndirnar úti í rúmdini um somu tíð.
Teir fyrstu satelittarnir vóru sendir í ringrás um jørðina, og tey fyrstu djórini vóru send á stutta ferð út í rúmdina. Men miseydnaðu royndirnar eru eisini fleiri, og um allan heimin eru rúmdarævintýrini hjá USA um hetta mundið til láturs.
?

Ætlanin við Trieste fær heitið, Nekton, og á Guam-oynni í Kyrrahavinum arbeiðir eitt lið við 14 monnum í loyndum við at fyrireika avgerandi ferðina.
Tann 15. november 1959 er tíðin komin til enn eina roynd.
Jacques Piccard og Andy Rechnitzer, fara næstan 6.000 metrar niður í Kyrrahavið og seta samstundis eitt nýtt heimsmet.
Jólafrítíðin um ársskiftið, 1959/1960, verður nýtt til venjingar, soleiðis at tann krevjandi kanningarferðin, sum liggur fyri framman, kann seta seg í ryggmergin.
Í januar 1960 setir manningin á Trieste enn eitt nýtt heimsmet, tá ið teir fara niður á 7.500 metra dýpi.
Tvær vikur seinni er manningin til reiðar at fara niður á heimsins størsta dýpi.
Trieste er í vánaligum líkindum sleipaður av flotastøðini á Guam-oynni og liggur nú klárur á leiðini við Challengerdýpið.
Í Washington hevur ovasta leiðsla herflotans fingið kaldar føtur. Teir senda eitt fjarrit til Don Walsh við orðunum: "Gjøgnumførið ikki ætlanina". Men tá ið eitt av skipunum, sum við eru, fær fjarritið, nevniliga herskipið, Lewis, eru Piccard og Walsh longu farnir umborð á Trieste. Skiparin á Lewis svarar høfliga aftur, at hann skal bera boðini víðari so skjótt sum gjørligt. Hann goymir fjarritið burtur, og ikki fyrr enn fleiri ár seinni frættir Don Walsh um tað.
?

Niður gjøgnum dýpið gongur alt eftir ætlan.
Piccard og Walsh stýra ferðini niðureftir. Stívliga 6.000 metrar niðri, byrjar ferðin niður í sjálva Marianerveitina, og ferðin niður eftir verður minkað niður í 0,3 metrar um sekundið.
Um middagsleitið eru teir niðri á 10.000 metra dýpi.
Á ekkoloddinum kunnu teir nú hóma botnin, men knappliga ljóðar ein hvøllur brestur. Alt skelvir, og teir ána ikki, hvat er hent. Teir kanna øll tól, men síggja einki óvanligt. Eftir nakrar nervapirrandi minuttir, halda teir fram við ferðini.
Klokkan 13.06 lendir Trieste friðarliga á botninum í Challengerdýpinum. Eitt sindur av ljósum dusti kemur upp av botninum. Skjótt legst dustið aftur, og ígjøgnum eitt lítið, men tummatjúkt kúgvaeyga úr pleksiglasi síggja teir til sína stóru undran ein flatfisk!
Eingin serfrøðingur hevði tá hildið tað verið møguligt, at nakað livandi fanst á slíkum dýpi ? bæði tí, at har er eingin ilt og tí, at trýstið á einum so stórum dýpi er meira enn 1000 atmo-sferur ella næstan 200.000 tons!
?

Í tjúgu minuttir steðga Piccard og Walsh á botninum í Challengerdýpinum. Í hesum tíðarbili gera teir báðir vísindaligar mátingar. Somuleiðis kanna teir orsøkina til hvølla brestin og ristingarnar á vegnum niðureftir. Orsøkin til hendingina vísir seg at vera, at ein rútur í einum forkamari til sjálvt húsið er klovin ? helst tí, at stálið hevur givið seg av velduga trýstinum.
Klokkan 13.26 sleppa teir nøkrum stálloddum, og sum ein áminning um stuttu vitjanina detta loddini niður á botnin, har tey vera liggjandi.
So hvørt, sum Trieste lætnar, byrjar spakuliga ferðin uppeftir aftur. Ferðin gongur uttan trupulleikar, og klokkan 16.56 kemur Trieste undan aftur vatnskorpuni.
Løtu seinni kemur fyrst Jacques Piccard og síðan Don Walsh grulvandi út ígjøgnum lúkuna. Báðir eru teir ísakaldir, men annars væl fyri.
Don Walsh kallar dagin "ein arbeiðsdagur sum allir aðrir", men noyðist tó at viðganga, at hendan ferðin hevur gjørt teir báðar heimskendar.
Sum ein staðfesting av hesum degnum, verður næsta dagin ein lítil kassi við amerikanskum fløggum søktur á leiðini, har ferðin hjá teimum báðum byrjaði. Kassin søkkur skjótt og liggur væntandi sum eitt minni á botninum í Challengerdýpinum í dag. Men tað veit eingin við vissu, tí eingin hevur higartil gjørt Piccard og Walsh bragdið eftir.
?

Eftir kanningarferðina verður Trieste kannaður, og nú vísir tað seg, at húsið er trýst so mikið saman, at tvørmátið er minkað ein sentimetur. Hetta er ein av orsøkunum til, at Jacques Piccard og Don Walsh fáa noktandi svar, tá teir nakrar mánaðir seinni ætla sær at endurtaka kanningarferðina.
Piccard heldur eftir hetta fram at kanna ymisk dýpir, meðan Walsh granskar polarøkini. Í Antarktis verður ein heil fjallaketa uppkallað eftir Don Walsh.