Kostnaðurin á piercingum er ójavnur. Alt eftir hvat ein ynskir, og hvar ein ynskir at verða piercaður. Veljast kann millum ein ring og so ein stav við perlu í. Ein vanlig piercing við ringi kostar 350 krónur, meðan ein við stavi kostar 500 krónur. Um ein ynskir at pierca seg í tunguna, so er kostnaðurin 600 krónur. Tað er tann dýrasta piercingin, ein kann fáa í Liljuni, har Annika Udbø arbeiðir.
At síggja til kann tað tykjast sum um ein fær rættiliga ilt av at pierca seg, men tað er ikki rætt. Tað verður ikki nýtt doyving til piercingar, so heilt ringt kann tað ikki vera.
Summi, sum hava piercað seg, siga, at tey føldu tað ikki, men gott kundu vera eitt sindur eym fyrstu dagarnar aftaná.
Tey, sum hava valt at pierca seg í tunguna, eru á ójøvnum máli um, tað er pínufult ella ikki. Øll eru tey tó samd um, at ein fær ikki ilt, meðan tað verður gjørt. Men summi siga, at einar tveir dagar aftaná, byrjar tungan at hovna, og tá kemur pína eisini. Og aloftast fáa tey tá ikki etið annað enn flótandi føði, so sum mjólkarúrdráttir og suppu. Men tað gongur yvir skjótt og aftaná tað, merkja tey onki til piercingina aftur.
Mest vanligu støðini, sum fólk velja at pierca seg eru í vørrina, eygnabrúnna og nalvan. Tað eru mest kvinnur, sum pierca seg í nalvan, meðan menninir kanska halda seg meira til tey meira sjónligu støðini. Onkrar kvinnur vilja fegnar hava piercing í nalvan fyri at pynta um búkin ? kanska serliga eftir barnsburð.