Pingel ein møguleiki í B36

Sebastian Pingel er ein av fleiri møguleikum í B36 til komandi kappingarár

Fyri einari viku síðani vandi danski spælarin Sebastian Pingel við B36. Sterki framrættaði spælarin stóð seg væl, og í B36 er áhugi fyri at tosa nærri við Pingel um næsta kappingarár.

 

- Hann stóð seg væl, og vit fingu eina góða fatan av honum. Somuleiðis haldi eg, at hann fekk eina góða fatan av felagnum. Hann er ein av fleiri møguleikum, sum vit nú hyggja uppá, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá B36.

 

Felagið hevur meldað út, at tey leita eftir einum framrættaðum spælara, sum veruliga kann styrkja um álopspartin, eftir at Hans Pauli Samuelsen skifti til Víking. Felagið hevði ein part av farna kappingarári danskaran Philip Lund í hópinum, men tað er óvist, um hann kemur aftur.

 

- Vit hyggja nú nærri at møguleikunum og ætla at taka eina avgerð eftir ársskiftið, sigur Eyðun Klakstein.

 

Sebastian Pingel er sonur Frank Pingel, sum í 1991 skoraði móti Føroyum í Landskrona, tá Danmark vann 4-0 í EM undankappingini. Eins og pápin hevur Sebastian Pingel sín uppruna í AGF. 22 ára gamli áleyparin hevur síðani spælt við ungdómsdeildini hjá Silkeborg og seinastu tíðina við Odder.