Pingel gjørdist toppskjútti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Sebastian Pingel hevur havt eitt gott kappingarár

Mynd: Hillerød

Gamli B36- og HB áleyparin, Sebastian Pingel gjørdist toppskjútti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Pingel skoraði 18 mál í 31 dystum fyri Hillerød hetta kappingarárið.

 

Næstbesti málskjúttin gjørdist Peter Christiansen hjá Sønderjyske við 17 málum.

 

Ein annar liðfelagi hjá Pingel og Adrian Justinussen, Tobias Arndal hevði við 10 uppleggum til mál flest assists í deildini. So Hillerød er fremst á tveimum listum. Harumframt vann Hillerød niðara endaspælið.

 

Adrian Justinussen skoraði sjey mál í 13 dystum fyri Hillerød hetta kappingarárið.

 

Sambært Faroesoccer skoraði Pingel 34 mál fyri B36 og 18 mál fyri HB. 

 

Pingel spældi við B36 í 2016, 2020 og 2021, og við HB í 2017, 2018 og 2019.

 

 

 

 

 

 

Mynd: Hillerød