So er tað skrivað undir, sum tað í fleiri vikur hevur verið bíðað eftir.Sebastian Pingel er nú B36 spælari.
Sebastian Pingel er álopsspælari, sum síðstu tíðina hevur spælt við Odder í triðju bestu donsku deildini.
Fyrr í vetur vandi hann í B36, og síðani hava tað verið sáttmálasamráðingar. Nú er so komið á mál. Sáttmáli er undirskrivaður, og harvið er Sebastian Pingel nýggjur álopsspælari í B36, sum tvey tey seinastu árini hevur vunnið FM.
-Eg kenni meg sera væl í felagnum. Hóast eg bara var her í nakrar vikur fyrr í vetur, so upplivdi eg sera gott samanhald millum spælararnar og millum spælararnar og venjararnar, sigur Sebastian Pingel við heimasíðuna hjá B36, og hann heldur fram:
-B36 spælir góðan fótbólt við bóltinum á vøllinum, og spælararnir eru fúsir at renna fyri hvønn annan, og tað dámar mær væl.
Sebastian Pingel verður sagdur at vera offensivur spælari, sum er væl fyri tekniskt, og sum samstundis leggur nógv fyri. Hann er eisini stinnur í luftspælinum.
Effo hópurin hjá B36 fer um mánaðarskiftið uttanlands á venjingarlegu. Tá verður Sebastian Pingel saman við liðfeløgunum, og hann verður umborð á flogfarinum, tá ið B36 hópurin setur kós aftur ímóti Føroyum fyrst í februar.