Tagentspælarin í legendariska bólkinum, Pink Floyd er deyður í dag, 65 ára gamal Tagentspælarin í slóðbrótandi tónleikabólkinum, Pink Floyd, er deyður.
Richard Wright var 65 ár og hann hevur stríðst við krabbamein nú í eina tíð, men long var sjúkralegan ikki áðrenn hann andaðist.
Richard Wright var ein av teimum, sum mitt í sekstiárunum stovnaðu Pink Floyd, ið serliga var kent fyri sín psykedeliska rocktónleik og bólkurin hevur selt fleiri enn 200 milliónir plátur og fløgur um allan heim.
Wright var eisini ein av berandi kreftunum í bólkinum og varð við at skriva tónleik til ódeyðiligar plátur sum Dark Side of The Moon og Wish You Were here.
Hann fór úr Pink Floyd eitt skifti í áttatiárunum men nøkur ár seinni fór hann upp í aftur.
Seinast Pink Floyd spældi saman var á konsert í Hyde Park í London í 2005 og tá vónaðu nógv at bólkurin fór at finna saman aftur, eftir at ósemja ímillum Roger Waters og hinar í bólkinum hevði ført til, at Rogers var farin úr.
Men dreymurin um eitt sameint Pink Floyd er nú endaliga brostin.
Hann er annars Pink Floyd stovnarin, sum doyr, tí fyri tveimum árum síðani doyði Syd Barret.