Piotr aftur í Vágum

07 Vestur boðar frá á heimasíðu felagsins, at tað verður Piotr Krakowski, sum fer at hava ábyrgdina, tá ið vágaliðið eftir ársskiftið fer undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.

07 Vestur flutti síðsta kappingarár niður úr bestu deildini, og setningurin hjá 07 Vestur og Piotr verður at endurvinna plássið í fremstu røð.

Piotr Krakowski er ikki ókendur í 07 Vestur. Tá ið felagið varð stovnað í 2008, varð Piotr settur at vera oddamaður í royndini at vinna sess í fremstu røð, og tað eydnaðist. Piotr var eisini venjari í 2009, tá ið 07 Vestur flutti niður aftur í 1. deild. Nú hevur pólendingurin verið tvey ár á Sandi, og nú verður hann so aftur venjari í Vágum.

Piotr kom til Føroya í 1989, tá ið hann kundi vera høvuðsarkitekturin aftan fyri FM heitið hjá B71. Besta úrslitið higartil sum venjari, rakk hann í 2001, tá ið hann og B36 vunnu FM heitið. Nú er sáttmáli undirskrivaður millum 07 Vestur og Piotr Krakowski, sum hevur bundið seg til at venja 07 Vestur í 2012.