Pippi fyllir Sjónleikarhúsið

Familjuleikurin »Pippi Langsokkur« er nú farin um sínar fyrstu sýningar ? fyri fullum húsum!!!

Tað fegnast vit um, tí ilt er at fáa fólk at fara til sjónleik. Men vit kunnu sláa fast við sjeytummaseymi beinanvegin at hesin leikur má síggjast og ikki minst hoyrast, tí tónleikurin saman við dansinum hjá Pippi og manningini runga í øllum húsinum og vit, sum vóru so heppin at síggja fyrstusýningina, geva henni eitt sólarklárt 13-tal! Onki minni!

Fyri at tað skal verða eitt sindur forkunnugt at eiga eina Pippi-plakat, hava vit einans latið prenta 500 eintøk. Vit hava valt at selja skránna hesu ferð, tí við henni fylgir ein tekning av Pippi, hestinum og apuni sum børnini kunnu lita og senda aftur til okkara. So verða tey við í lutakastinum um 20 Pippi-bøkur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út fyrsta dagin.

Fyri at øll kunnu síggja allar tekningarnar fara vit at hava eina jólaframsýning á tann hátt at øll vindeyguni í Sjónleikarhúsinum verða á tremur við tekningum. Einasta treyt fyri at verða við í kappingini er at keypa eina skrá, litað tekningina og senda hana aftur til okkara áðrenn 15. des. 2000.

Fyri at ganga børnum og songartíð teirra á møti, spæla vit yrkadagar kl. 18. Í vikuskiftunum spæla vit kl. 16 og er tað einamest fyri at bygdafólk eisini hava møguleika at koma í Sjónleikarhúsið at uppliva Pippi í fullari ferð og sleppa heimaftur sama dag.

Annars kunnu vit siga frá, at fleiri sýningar longu eru útseldar og at seld eru atgongumerki til næstan allar sýningarnar, serliga í vikuskiftunum.