Pisa-kanning aftur í mars

Allir 9. floksnæmingar í landinum skulu í mars mánaði til Pisa-kanning. Nú skulu næmingarnir eisini svara spurningum á teldu.

Mentamálaráðið hevur boðað skúlunum frá, at tá skulu 9. flokkar verða tøkir at taka PISA-royndina. Kanningin verður hildin í viku 12 – tað er í døgunum frá 19. til 23. mars. Tað skrivar heimasíðan hjá Lærarafelagnum

Pisa-kanningin í mars verður eitt sindur øðrvísi enn tær undanfarnu, tí ein partur av kanningini verða uppgávur, sum næmingarnir skulu svara á teldu. Hesin parturin eitur CBA, sum stendur fyri Computer Based Assessment. CBA-royndin hevur til endamáls at kanna, hvussu virtuellu førleikarnir hjá næminginum eru, hvussu næmingarnir megna at leita eftir viðkomandi upplýsingum og at sálda óviðkomandi upplýsingar frá.

Pisa-kanningin komandi ár leggur dent á støddfrøði. Undanfarna kanning í 2009 legði dentin á lesing.