Ein bólkur, ið helst er vónbrotin av fíggjarlógaruppskotinum, eru øll tey, sum fingu ein skelk í heyst, tá úrslitið av Pisa-kanningunum varð avdúkað. Sambært kjakinum, sum var í kjalarvørrinum av Pisa-kanningini, var eingin ivi um, at fólkaskúlin trongir til eina veldiga andlitsupplyfting. Landsstýrið hevur gjørt av at hækka játtanina til fólkaskúlan við 8,1 milliónum krónum, sum í stóran mun fara til lønarhækkingar, at styrkja leiðslurnar og til byrja frálæruna í enskum fyrr. Harumframt verða 3,6 krónur játtaðar til stuðlar í fólkaskúlanum.
Ikki bara ringt
Magnus Tausen, formaður Føroya Lærarafelags leggur fyri við at frøast yvir, at játtanin til stuðlar til næmingar við serligum tørvi hækkar, og hann metir hetta vera eitt stórt framstig fyri hesar næmingar, sum hava ilt við at fóta sær einsamallir í einum vanligum skúlaflokki.
Álit handað í vikuni
Seinastu mánaðirnar hevur ein arbeiðsbólkur eftirmett og viðgjørt úrslitið av Pisa-kanningini, og niðurstøðurnar hjá arbeiðsbólkinum áttu av røttum at verið lætnar landsstýrismanninum í dag. Men av ymsum orsøkum er handanin av álitinum útsett til seinni í vikuni. Magnus Tausen sigur, at tey í arbeiðsbólkinum eru komin fram til, at nøkur øki eru, sum heilt givið eiga at verða tikin við í fíggjarlógaruppskotinum í ár.
- Tað eru trý øki, sum vit áttu at fingið við beinanvegin. Eitt nú hava næmingar í 1. flokki í Danmark millum 25 og 29 tímar um vikuna, meðan okkara hava einans 18 tímar. Harumframt hevur móðurmálið munandi verri umstøður her hjá okkum, enn eitt nú hjá dønum, har ein dani í 1. flokki hevur 12 tímar í donskum og ein føroyskur næmingur hevur bert 7 tímar í føroyskum. Harumframt kunnu vit nevna náttúruvísindaligar lærugreinirnar, har føroyski fólkaskúlin eisini er eftirbátur, sigur Magnus Tausen, sum vónar, at føroyskir politikarar fara at reagera líka skjótt, sum teir donsku gjørdu, tá niðurstøðurnar av álitinum verða handaðar fyrsta dagin.
Tað er ikki ov seint
- Eg ynski inniliga, at vit teir gera av at flyta eina hampiliga upphædd av yvirskotinum yvir á fólkaskúlan longu í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, soleiðis at vit kunnu fara beint undir at betra um dygdina á skúlaøkinum skjótast, sigur Magnus Tausen, sum eisini vil vera við, at politikararnir mugu fáa álitið í hesi vikuni, tí í næstu viku er heystfrítíð og tá er ov seint.
- Tað kann væl vera, at vit hava yvirskot á fíggjarlógaruppskotinum, men í fólkaskúlanum er undirskot, sigur Magnus Tausen.
Ikki fleiri bøkur
Annað, sum undrar Magnus Tausen er, at játtanin til bókaútgávur er óbroytt.
- Játtanin til Bókadeildina hevur verið óbroytt í mong mong ár, og er tað í veruleikanum ein lækking, tá játtanin ikki verður regulerað. Harumframt undrar tað meg stórliga, at játtanin til Skúlabókagrunnin ikki er hækkað, tí tað er eitt øki, har vit eru í undirskoti. Um vit veruliga ynskja at hava heimsins besta skúla, so mugu játtanirnar eisini fylgja við, sigur Magnus Tausen. Og hann endar við, at heita á landsstýrismannin um at gera neyðugu broytingarnar í fíggjarlógaruppskotinum, áðrenn viðgerðin er liðug.
Tað bar ikki til at fáa eina viðmerking frá Jógvan á Lakjuni, landsstýrismanni í undirvísingar og mentamálum, tí hann er í Rom. Heldur ikki var nakar annar tøkur á fólkaskúladeildini, tí tey vóru á fundi.