Blaðið hjá Meginfelag Føroyskra Studenta, Pisan, vendir sær til øll, ið ætla sær undir hægri lestur ? bæði í Føroyum og uttanfyri landoddarnar Pisan er ein hondbók, ið fortelur um øll tey praktisku viðurskiftini, ið kunnu stinga seg upp, tá ið ein velur at fara undir hægri lestur. Hon er skrivað av føroyskum lesandi, sum í løtuni eru undir útbúgving, og tískil duga best at greiða frá, hvussu ein ber seg at, tá ið ein fer undir hægri lestur.
Blaðið verður býtt út til allar miðnámsskúlanæmingar í Føroyum umframt at tað er til taks á Altjóða Skrivstovuni, bókasøvnum og aðrastaðni.
Pisan 2008 er eisini tøk á internetinum, tí tað ber eisini til at taka blaðið niður á heimasíðuni hjá MFS.