Pisudagur 2022

Í kvøld var árligi pisudagurin hildin

Nógvir ungdómar vóru farnir oman í Betri Banka til pisudagin í kvøld. Tað eru MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) og Betri Banki, ið skipa fyri árliga tiltakinum.

 

Endamálið er at geva ungum høvi at seta spurningar, fáa góð ráð og tosa við onnur, sum eru í somu støðu sum tey, soleiðis at tey koma so væl frá byrjan sum gjørligt.

 

Tiltakið var býtt upp í tveir partar. Fyrri parturin snúði seg um tað praktiska ið viðkemur øllum. Eftir ein stuttan steðg vórðu fólk býtt upp - tey, ið fara til Danmarkar og tey sum fara at lesa aðrastaðni.

 

Tey ið høvdu framløgu vóru umboð frá MFS, Betri Banka, Vegleiðingastovuni, Ráð Teirra Lesandi, Ráðgeving fyri føroyingar í Danmark og Keypmannahavnarnevndini hjá MFS.

 

Eisini vóru kappingar, Pub quiz og ábit frá Gutta Winther á skránni.

 

 

 

##med2##

 

 

 

##med3##

 

 

 

##med4##

 

 

 

##med5##