Ásla Johannesen spældi allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í Piteå høvdu heimadyst móti Brommapojkarna í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Ásla Johannesen legði upp til málið, ið Ceciliu Edlund skoraði átta minuttir undan steðginum, tá hon legði Piteå á odda 1-0.
Í seinna hálvleiki megnaði Brommapojkarna at skjóta tvey mál uttan, at Piteå megnaði at svara aftur.
Brommapojkarna er triðaftast í deildini, og tí kom tapið hjá Piteå dátt við.
Piteå er fimtaftast í deildini við 20 stigum. Brommapojkarna eru triðaftast við 17 stigum. Liðið sum endar triðaftast í deildini má spæla tveir upp- og niðurflytingardystir móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hevur Piteå dyst á útivølli móti Linköping, ið er næstaftast í deildini við 11 stigum.
Jóhanna F. Sørensen og liðfelagarnir í BK Häcken eru í hesum døgum í holt við triðja undanumfarið í Champions League.
Tað eydnaðist Häcken á heimavølli at fáa javnleik 1-1 (0-1) móti Atletico Madrid í fyrra dystinum á Bravida leikvøllinum í Göteborg. Jóhanna legði upp til útjavnandi málið hjá Feliciu Schröder.
Returdysturin verður leiktur í Spania komandi hóskvøld klokkan 18.