PKK-álop kravt átta mannalív

Fimm løgreglumenn doyðu, og níggju aðrir vórðu særdir, tá limir í kurdiska uppreistrarfelagsskapinum PKK lupu á eina løgreglustøð í landssynningspartinum av Turkalandi í dag. Tríggir uppreistrarmenn lógu eisini eftirá.

Viðurskiftini millm PKK og turkiska herin hava verið sera spent í seinastuni, eftir at herurin hevur søkt at kurdiskum støðum har norðuri í grannalandinum Irak.

Í 1984 fór PKK undir vápnað stríð við turkisku myndugleikarnar, og hesi árini hevur stríðið kostað umleið 45.000 mannalív. ES, NATO, USA og fleiri onnur lond meta PKK sum ein yvirgangsfelagsskap.