Planta eitt træ í Klaksvík

Klaksvíkar Kommuna skipar nú aftur fyri tiltakinum "Planta eitt træ". Hetta er fjórðu ferð, at kommunan fer undir hetta, og hvørja ferð hevur áhugin verið framúr góður fyri tiltakinum

Planta eitt træ
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík:
Mánadagin fer Klaksvíkar Kommuna at býta trø út til allar klaksvíkingar, sum ynskja at fríðka um urtagarð teirra.
Hetta er nú vorðið eitt afturvendandi tiltak, og hvørja ferð hevur áhugin verið rættiliga stórur.

Ein grønari býur
Hans Hjalti Skaale, býargartnari, sigur við Sosialin, at Klaksvíkin tey seinastu árini hevur tikið seg alsamt meir fram á tí grøna økinum. Fólk fáa størri og størri áhuga í urtagarðsarbeiði, og fyri at stuðla uppundir hesum hevur Klaksvíkar Kommuna avgjørt, at fara undir tiltakið "Planta eitt træ", sum vónandi eisini fær Klaksvíkin at gerast ein grønari bý.
- Trø geva lívd, og lívd er sera týðandi í nærumhvørvinum. Tað er gott hjá børnum at spæla, har lívd er, og harafturat gerst býurin vakrari og hugnaligari, sigur Hans Hjalti Skaale.

300 pakkar
Leygardagin millum klokkan 10 og 13 kunnu allir klaksvíkingar fara oman í hølini hjá býargartnarinum, sum liggja undir skýlinum við vøllin.
Her fært tú útflyggja eitt útflyggingarskjal, og mánadagin millum klokkan 15 og 18 fert tú so aftur á sama stað við skjalinum og fært síðan útflyggjað ein pakka við fimm trøum.
Trøini í pakkanum eru tvey Siktagrann, ein Loyniviður (ahorn), ein Ylliniviður (hyll) og ein vanlig Rønn.
Klaksvíkar Kommuna hevur fingið útvega 300 pakkar, sum tey síðani býta út millum klaksvíkingarnar.
Bert ein pakki er til hvørt húski.
Hans Hjalti sigur eisini, at hvørt ár eru allir pakkarnir givnir eftir eini stuttari løtu, so tað ræður um at skunda sær, um ein ynskir at fríðka um urtagaðin við trøum frá kommununi.