Ein avleiðing av, at dúkurin á marghøllini í Vági fór illa í storminum herfyri var, at bygningarnir inni í høllini fingu skaða. Serliga var tað av regni, tí bygningarnir eru ikki gjørdir til at standa undir opnum himli.
Bygningarnir hava ikki tekju, ið er gjørd at tola veður og vind, ella serliga regn.
Men ein fyribils loysn er funnin.
Felagið Krympiplast skrivar á sínum facebook vanga, at nú er plast lagt um bygningarnar.
Tey, ið varða av marghøllini hava við miðlar sagt, at arbeitt verður nú við at fá høllina í rættlag aftur, men fyribils verða bygningarnir inni í høllini so fjaldir í plasti.
##med2##
##med3##
Myndir: Krympiplast