Plastdálking: Mæla til fleiri forboð

Umhvørvisstovan hevur handað tilmæli við tiltøkum at minka um plastdálking

Umhvørvisstovan hevur nú handað Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, tilmæli við 11 tiltøkum til tess at minka um dálkingina av plasti í náttúruni.


Millum tey 11 uppskotini eru 4 uppskot, ið mæla til forboð, harímillum móti ókeypis beriposum, høglskálum úr plasti, einnýtis borðbúnaði úr plasti og smyrsl við mikroplast. Harumframt eru fleiri tiltøk ætla at økja um endurnýtsluna og eitt um meira upplýsing um plast og plastdálking.


Tað var í fjør, at landsstýriskvinnan heitti á stovnin, um at koma við nøkrum tilmælum, í samband við tað, ið landsstýriskvinnan kallar eina av størstu hóttanunum móti umhvørvinum.


- Eftir mínum tykki er plastdálkingin millum størstu hóttanirnar móti umhvørvinum. Plast í náttúruni ávirkar umhvørvið, bæði á landi og á sjónum. Serliga á sjónum kann plast skaða bæði smærri og størri dýr. Tí er tað av alneyðugt at vit seta tiltøk í verk beinanvegin fyri at minkað um burturkastið av plasti, sigur Sirið Stenberg í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum.


Í fyrstu atløgu tykist talan tó ikki um at seta í verk nøkur av forboðunum, ið Umhvørvisstovan mælir til, men nevnir landsstýriskvinnan í staðin tiltøkini um at víðka pantiskipanina fyri einnýtisíløtum úr plasti, eina kunngerð, sum hevur til endamáls at økja endurnýtsluna av plasti frá bæði vinnu og húsarhaldum, og at skipa fyri átøkum við upplýsing um dálking við plasti.


Tey 11 tilmælini frá Umhvørvisstovuni eru fylgjandi:


1: Víðka pantskipanina fyri einnýtisíløt úr plasti
Galdandi pantskipan fyri einnýtisíløt fevnir ikki um øll einnýtisíløt til leskidrykkir úr plasti. Arbeitt verður við eini nýggjari skipan fyri einnýtisíløt. Mælt verður til at víðka skipanina, soleiðis at fleiri íløt verða fevnd av henni.


2. Økja endurnýtslu av plasti frá bæði vinnu og húsarhaldum
Endurnýtsla av plasti í Føroyum er lutfalsliga lítil. Vit kunnu endurnýta meira, hóast tað er ein avbjóðing, tí tað eru so nógv ymisk sløg av plasti við ymiskum eginleikum, umframt at ávís sløg av plastvørum hava heilsu- ella umhvørvisskaðilig evni í sær. Mælt verður til at endurskoða kunngerð nr. 14dcxz7 frá 1995 um burturkast, og m.a. fáa ásetingar um endurnýtslu inn í kunngerðina.


3. Gera virkisætlanir fyri at økja endurnýtslu og minka dálking við plasti frá ídnaði, landbúnaði, fiskivinnu og ferðavinnu o.ø.
Mælt verður til, at myndugleikar, yrkisfeløg o.o. samstarva um at gera virkisætlanir fyri at økja um endurnýtslu av plasti, og har endurnýtsla ikki ber til, at burturbeina plastburturkast í verandi renovatiónsskipanum.


4. Upplýsing um plast
Mælt verður til almenn átøk um at upplýsa um vandan fyri dálking við plasti, um endurnýtslu o.a., eitt nú í skúlum og við almennum lýsingarátøkum.


5. Minka nýtsluna av beriposum úr plasti
Mælt verður til at minka nýtsluna av beriposum út plasti við at eggja til, at posarnir verða brúktir fleiri ferðir. Hetta kann t.d. verða gjørt við at leggja avgjald á beriposar. Mælt verður til, at forboð verður sett fyri, at handlar útflýggja ókeypis beriposar. Fleiri handlar útflýggja ókeypis beriposar til viðskiftafólk, hóast tey kanska ikki hava tørv á teimum. Ofta eru hesir posar tunnir, og ikki egnaðir til at brúka fleiri ferðir. Eisini verður mælt til at umhugsa bann móti tunnum beriposum úr plasti. 


6. Forboð fyri høglskálum úr plasti

Mælt verður til, at bann verður sett fyri patrónum til høglbyrsur, sum hava høglskál úr plasti.


7. Banna ella avmarka nýtsluna av einnýtis borðbúnaði o.ø. úr plasti, eitt nú knívum, gaflum, skeiðum, tallerkum, súgvirørrum, vattpinnum og pinnum til ballónir 

Hetta eru tær vørur úr plasti, sum mest verður funnið av í sambandi við rudding av strondum í Europa.


8. Forboð fyri smyrsli o.ø., sum hava mikroplast í sær
Í okkara grannalondum verður arbeitt fyri at seta forboð fyri at seta mikroplast til smyrsl, tannkrem o.a. Mælt verður til, at banna slíkum vørum, sum hava mikroplast.


9. Kunngerð um graslíkisvøllir
Fyri at forða fyri útláti og spjaðing av mikroplasti frá graslíkisvøllum verður mælt til at gera kunngerð um ger og rakstur av graslíkisvøllum.


10. Stuðulsskipan til havnir/skip, ið taka ímóti burturkasti, sum er tikið upp úr sjónum
Skip fáa týðum burturkast í trolið, eitt nú mistan fiskireiðskap. Tá tey taka hetta við til lands, skulu tey ofta gjalda fyri at sleppa av við tað til móttøkustøðir. Tað fremur ikki hugin at taka slíkt burturkast við til lands. Mælt verður til at seta eina skipan í verk, har skip ella havnir sleppa av við slíkt burturkast ókeypis ella at útreiðslur til burturbeining av slíkum burturkasti verða endurgoldnar.


11. Spreingileidningar

Mælt verður til, at tiltøk verða sett í verk at forða fyri, at leivdir av spreingileidningum frá grótbrotum, tunlum o.ø. verða spjaddar í náttúruni, tá eitt nú grót verður brúkt til útfylling á sjónum. Tað kann vera at eggja til, at plastleidningar verða gjørdir úr evnum, sum verður niðurbrotið í náttúruni. Ber tað ikki til, er neyðugt at gera tiltøk at forða fyri, at plastleidningar spjaðast í náttúruni.