Plattavirkið er illa farið

Spenna nú net út yvir leivdirnar av virkinum

Eldurin á Plattavirkinum á Toftum hevur gjørt stóran skaða í nátt. Tað var beint eftir klokkan hálvgum trý, at løgreglan fekk fráboðanir ymsa staðni úr landinum, um at tað brann á Toftum.

 

Tað rýkur framvegis í húsinum, men vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tamarhald er á støðuni nú. Sløkkiliðið hevur sprænt skúm út yvir virkið fyri at køva tað, sum framvegis gløðir.

 

Størsti trupulleikin í løtuni er nógvi vindurin, og at hann hevur boðað frá meiri vindi í dag og í morgin. Tí fer sløkkiliðið undir at spenna eitt net ella okkurt líknandi yvir leivdirnar av virkinum, fyri at einki skal fara á flog haðani.

 

Seinni fer løgreglan undir at kanna orsøkina til eldsbrunan, men tað má bíða til skúmið er horvið aftur og leivdirnar av bygninginum eru kølnaður nakað, sigur vakthavandi á løreglustøðini.

 

Sí fleiri filmsbrotið av eldinum her.