Pliktsigur á Eiði

B36 hevði krav um trý stig við sær, tá teir fóru til Eiðis, og hesum kravi gingu teir eisini á møti. Nýggja liðið í fyrstu deild hevur sostatt framvegis fyrstu stigini til góðar

 

Fótbóltur

 

Veðrið var av tí besta, tá EB/Streymur fríggjadagin fór undir fyrsta heimadystin í landskappingini í ár. Sum nevnt undan dystinum, so var tað tó ein stór uppgáva, sum nýggju menninir fingu. B36 er av mongum skýrt at vera FM-favorittur, meðan EB/Streymur er spátt at vera í hinum endanum av stigatalvuni.

 

B36 stýrdi

Tað var eisini hampuliga skjótt, at gestirnir settu seg á dystin, men tað tók tó sína tíð, áðrenn teir funnu vegin fram til meskarnar. Eftir uppspæl í vinstru, varð bólturin sendir innfyri, har Klæmint Matrs í fyrstu atløgu fór upp. Tað eydnaðist honum at leingja bóltin til Jákup á Borg, sum hevði góða tíð, soleiðis at hann kundi temja bóltin, áðrenn hann langaði hann inn aftan fyri ein púrasta seldan Gunnar á Steig í málinum hjá EB/Streymi.

Støðan helt sær til stutt undan steðginum, tá Pól Thorsteinsson við einum drønandi langskoti sendi bóltin upp undir tvørstongina til tvey mála leiðslu til gestirnar.

 

Róligt í seinna

Seinna umfarið gjørdist, um ikki ein oyðimarkargongd, so í øllum førum nakað róligari enn hitt fyrra. Gestirnir høvdu nú tamarhald á støðuni, og heldur enn at leggja nógv fyri í royndunum at økja um sigurin, fóru tankarnir at leita tveir dagar fram. Stuðulsleikarar vórðu skiftir út, og sostatt fingu skiftisleikarar høvi at fáa eitt sindur av dystarvenjing.

Hetta viðførdi so eisini, at heimaliðið, sum at kalla ikki hevði verið við í dystinum fyrra umfarið, nú eisini slapp at vera meira við í spælinum. B36 hevði tó alla tíðina fult tamarhald á støðuni, og veruligar málmøguleikar varð talan ongan tíð um, hóast spentar støður sjálvandi íkomu viðhvørt.

 

Munur er á

Meira enn nakað annað, so sýndi dysturin helst, hvussu stórur munur er á toppi og botni í føroysku landskappingini. B36 hevur landsliðsleikarar og landsliðsevni á flest øllum plássum, og tá vil tað altíð verða eitt tungt tak hjá mótstøðuliðnum.

Størsti trupulleikin hjá EB/Streymi er helst, at leikararnir nú skulu venja seg við leikferðina í bestu deildini, tí tað er veruliga stórur munur á. Sjálvandi var tað eisini stórur smeitur, at rumenski Anghel Sorin ikki var tøkur til hendan dystin, men hinvegin man tað koma væl við, at hann so aftur kann spæla komandi vikuskifti. Tá hevur EB/Streymur sera týdningarmiklan útidyst móti vágamonnum, sum í sín lut fingu fyrstu stigini um vikuskiftið. Lítið er at ivast í, at hetta verður ein av lykladystunum, sum í seinasta enda verða avgerandi fyri, hvat lið noyðist niður í aðru deild at spæla komandi kappingarár.

Hjá B36 er annað lag. Tveir dagar eftir sigurin á Mølini vunnu teir grannauppgerðina móti HB, og longu komandi vikuskifti er aftur ein stór uppgáva á skránni. B36 skal tá til Gøtu at spæla, og fæst full úrtøka úr hesum dystinum, er árstalsfelagið á odda í landskappingini, men hesum spurninginum vilja gøtumenn helst eisini sleppa upp í part at svara.

 

EB/Streymur-B36 2 (0-2)

0-1: Jákup á Borg 34

0-2: Pól Thorsteinsson 38

 

Dómari: Páll Augustinussen (VB)

 

B36: Tróndur Vatnhamar ? Herbert í Lon Jacobsen, Arnbjørn Danielsen, Pól Thorsteinsson ? Bjarni Prior, Jan Guttesen, Jens Kristian Hansen, Heðing á Lakjuni ? Jákup á Borg, John Petersen

EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Ólavur Poulsen, Alfred Dahl, Esmar Eiðisgarð ? Haldórur Joensen, Knút Vesturtún, Jákup Martin Joensen, Eyðfinn Joensen, Andreas J. Dahl, Jón Sigurð Gleðisheygg, Hallur Jacobsen