Tað var grannauppgerð við Løkina í Runavík í dag. NSÍ, sum er undir niðurflytingarstrikuni, hevði vitjan av Víkingi, sum er á bronsuplássi.
Talan var um málríka og undirhaldandi uppgerð, sum endaði 3-3. Hálvleiksstøðan var 2-1 til Víking, sum tríggjar ferðir var á odda, og NSÍ megnaði tríggjar ferðir at svara aftur. Tey trý málini í fyrra hálvleiki vórðu skorað eftir lítlari løtu, áðrenn eitt korter var farið.
Víkingur er nú á triðja plássi við 37 stigum fyri 20 dystir, og NSÍ er á níggjunda plassi við 11 stigum fyri 20 dystir.
Rani Hansen setti hol á fyri Víking í 9. minutti, tá ið hann fyri 11. ferð í ár var málskjútti á næstbesta liðnum, og tríggjar minuttir seinni svaraði NSÍ aftur, tá ið veteranurin Pól Jóhannus Justinussen javnaði til 1-1. Tríggjar minuttir seinni var Víkingur aftur á odda. Tá var tað Bergur Jákupsson Poulsen, sum skoraði eftir deyðbólt, sum liðformaðurin Óla Kristian Skála Jacobsen tók sær av.
Víkingur var frammanfyri 2-1, inntil tað restaðu 18 minuttir. Tá var Pól Jóhannus Justinussen aftur upp á spæl. Pól Jóhannus Justinussen hevur verið við í níggju dystum í næstbestu deildini í ár, og tey bæði málini í dag vóru tey fyrstu hjá honum í ár.
Tað var 2-2 í sjey minuttir, so legði Víkingur seg fyri triðju ferð á odda. 3-2 málskjútti var Magnus Jarnskor, sum hevur verið við í 14 dystum í ár, og sum í dag var málskjútti fyri fyrstu ferð.
Fimm minuttir undan leikloki javnaði Ari Langgaard til 3-3. Hetta var sætti dysturin í næstbestu deildini hjá honum í ár, og sambært faroesoccer.com var hetta fyrsta málið hjá honum í næstbestu deildini í sjey ár.
Týskvøldið hittast Víkingur og NSÍ aftur. Tá eigur Víkingur heimavøll. Um eina viku fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti Undrið FF, og tá fer Víkingur at vera við í grannauppgerð í Fuglafirði.