Høgni Viderø Jacobsen er seinast sæddur norðuri á Strond. Hann hevði verið í føroyskum dansi í Haraldssundi og var farin til gongu yvir um byrgingina um Haraldssund um trý tíðina í nátt. Hann er seinast sæddur við SEV-bygningarnar á Strond millum klokkan 3 og 3:30 í nátt.
Politið leitar við hundum í økinum saman við bjargingarfelagnum.
Høgni Viderø Jocobsen er 16 ára gamal, 180 cm høgur, klænur, stutt svart hár, var í svørtum jakka, brúnum buksum og svørtum skóm við hvítari rond.
Tey, ið vita nakað um Høgna Viderø Jacobsen verða biðin um at boða politinum frá á telefon 351448.