Nú skal Politiið gera eina eftirmeting, um har er okkurt, tey kunnu gera betur til næstu ferð, slíkir hooligans koma til Føroya.
– Vit eru ikki vanir við slíkt í Føroyum og burdu tí fyrireikað okkum betur til næstu ferð, sigur vakthavandi hjá Politinum í morgun.
Fjeppararnir hjá Hajduk Split kláraðu av onkrari orsøk at storma inngongdina til Tórsvøll, soleiðis at teir komu beint framvið vaktirnar við neyðblussi – neyðblussi, sum man ikki hevur loyvi til at hava við inn til dystin. Eisini bleiv ein politistur sligin.
Eftirmetingin verður gjørd í næstu viku.
Spurningurin er millum annað, sigur vakthavandi, um man skal hava fleiri politisar í miðbýnum næstu ferð, sum kunnu fyribyrgja balladu sum eitt nú tað, at fólk mála upp á veggirnar, sum hesir kroatarnir gjørdu.
LES EISINI: Øgiligt lív: Sligin politistur, stolið neyðbluss og ótrygg fólk