Longu 23. novembur 2005 søkti Neistin Mentamálaráðið um 30% í stuðli til høllina. Felagið fekk at vita úr Mentamálaráðnum frá táverandi landsstýrismanni Jógvani á Lakjuni, at Neistin hevði rætt til stuðul eins og Badmintonhøllin í Klaksvík, sum hevði fingið fimm milliónir krónur í stuðli til nýggja høll. Samskiftið var tá gott við Mentamálaráðið, og Neistin var væl kunnað av táverandi fulltrúa. Tíverri gjørdist henda hallarætlan ov kostnaðarmikil, og um tað mundið var kostnaðurin alt ov høgur at byggja høllina. Málið um stuðul frá Mentamálaráðnum steðgaði tí eisini tá.
Í 2008 leggur Neistin til brots aftur og søkir 2. apríl 2008 aftur Mentamálaráðið um 30% í stuðli til nýggja verkætlan. Tíðirnar eru broyttar, og nú er rætta tíðin at byggja høllina. Umboð fyri hallarbólkin fær fund í lag við landsstýriskvinnuna í mentamálum, stjóran fyri Landsverk og umboð fyri Mentamálaráðið. Á fundinum fáa vit at vita, at tey arbeiða við nýggjari stuðulsskipan. Neistaumboðini fáa eisini at vita á tí fundinum, at Neistin hevur møguleika, um ikki fullan stuðul, at fáa stuðul eftir gomlu stuðulsskipanini, tí har var peningur tøkur.
Hallarbólkurin arbeiðir víðari við ætlanini í tí trúgv, at Neistin fær stuðul á ein ella annan hátt frá landinum. Badmintonhøllin í Klaksvík fekk 30% í stuðli, hví so ikki Neistin eisini 30% í stuðli?
Neistin fór í gongd at gera økið við Landavegin byggibúgvið, tí vit 29. august í 2009 fingu signal frá landsstýriskvinnuni, at hon óivað hevði fingið undirtøku fyri fýra milliónum krónum til hallarætlanina hjá Neistanum. Hví skuldu vit ikki taka hesi signal í fullum álvara?
Tíðin gongur, og knappliga ein dag hoyrist í fjølmiðlunum, at landið fer at byggja ítróttahøll á Sandi. Høllin kostar 16 milliónir. Nakrar vikur seinni verður kostnaðurin av høllini rættaður til 27 milliónir. Neistin vendir sær til Mentamálaráðið og vil hava fund í lag við landsstýriskvinnuna í mentamálum. Vit vilja bara spyrja, hvussu við høllini hjá Neistanum? Vit senda teldupost, vit ringja og biðja um fund við landsstýriskvinnuna. Hon er farin undir heilt. Vit fingu ongantíð samband við hana.
Stutta av tí langa er, at 25. februar 2010 fær Neistin skriv frá Mentamálaráðnum, at felagið fær ongan stuðul til høllina við Landavegin. Hetta er fyrsta skriv, Neistin fær frá Mentamálaráðnum, síðan felagið sendi umsóknina um stuðul tann 2. apríl 2008, hóast felagið sendir skriv og biður um fund.
Fólk skulu bara vita, at Mentamálaráðið og landsstýriskvinnan í mentamálum hava hildið Neistan fyri tað turra spott. Nevnast kann, at tað eitt nú tók teimum 20 mánaðir at senda umsókn Neistans til Landsverk til ummælis. Eisini fór Mentamálaráðið at fundast við Tórshavnar kommunu um felags hallarætlan í vesturbýnum, samstundis sum Neistin hevði stuðulsumsókn inni hjá Mentamálaráðnum og hevði fingið økið matr.nr. 917 við Landavegin frá Tórshavnar kommunu til nýggju høllina. Roynt var at fáa fatur á viðkomandi, sum stóð fyri samráðingunum, men viðkomandi var ongantíð at hitta, sjálvt um vit ringdu og sendu skriv.
Badmintonhøllin í Klaksvík fekk fimm milliónir í stuðli til sína høll, og sandoyingar fáa 100% í stuðli til høll í oynni. Neistin fær 0 krónur í stuðli og stendur eftir sum svartiper við 0 krónum í stuðli og einum øki við Landavegin, sum nú er byggibúgvið.
Hvørt mansbarn í Føroyum veit, at nýggj høll í Sandoy fyri 27 milliónir er plástur á sárið, og verður latin í staðin fyri undirsjóvartunnilin. Tað ræður um at fáa Gerhard Lognberg at tiga. Og Gerhard Lognberg, sum altíð leggur áherðlsu á rættvísi, er púra kvirrur. Allir løgtingslimirnir eru kvirrir, eingin talar sak Neistans. Sjálvt ikki politikarar, sum skuldu staðið Havnini og Neistanum nær. Tað verður bara góðtikið, at løgtingið fremur grovan mismun á landsins borgarum. Hetta er óskiljandi og hugstoytt.
Vit í hallarbólkinum eru vónbrotin av landsstýriskvinnuni í mentamálum og umsitingini í Mentamálaráðnum, sum hava hildið okkum fyri tað turra spott. Og vit eru vónsvikin av Kaj Leo Johannesen, løgmanni, og politikarum annars, at teir fremja slíkt órættvísi í landi okkara?Helena Dam á Neystabø sigur í blaði, sum kom í hvørt hús í Havn, at lóg um afturbering av mvg-útreiðslum skal broytast soleiðis, at feløg, sum fara undir at byggja hallir og felagshús, kunnu søkja um at fáa mvg-ið afturgoldið.
Her er bara at siga, at mvg er ikki nakar stuðul. Feløg sum Neistin hava skattafrælsi og eiga sjálvandi eisini at hava mvg-frælsi, tá ið hallir og felagshús skulu byggjast. Tað er eingin meining í, at 20% av stuðlinum, Neistin fær frá Tórshavnar kommunu, skal berast út í landskassan á Argjum. Heldur eingin meining er í, at 20% av teimum átta millinónunum, Stuðlafelagið Neistin letur til nú møguligu høllina, skal berast í landskassan. Við tógvið stríð er peningurin í mong ár savnaður til høllina.
Her er talan um felagsskap, sum eigur átta milliónir krónur og ætlar at byggja landsins borgarum eina ítróttahøll. Í staðin fyri at stuðla teimum, sum seta í gongd arbeiði í hesum arbeiðsloysistíðum, fær Hondbóltsfelagið Neistin váta vøttin frá myndugleikunum, meðan onnur fáa upp í posa og sekk uttan at lyfta hond frá síðu.