Tað er trupult, at fáa tað unga fólki at støðast á smáplássunum og Hestur er einki undantak í so máta.
Í 70-árunum, tá núverandi bygdarráðsformaðurin gekk í skúla har úti, gingu 14 næmingar í skúlanum og fólkatalið í kommununi var umleið 70.
Av teimum 14, sum tá gingu í skúla, búgva bert 3 av teimum í oynni í dag.
Fólkatalið minkaði ógvusliga nógv í áttati-árunum og í dag eru bert 48 fólk eftir og tað eru bara 7 næmingar í skúlanum.
Tá tey eru liðug við sjenda flokk fara tey yvir um fjørðin til Havnar at ganga í skúla og tað eru bert tey allarfægstu, sum koma aftur.
Arbeiðið er ikki nógv av í oynni. Nakrir mans liva av útróðri, onkur tekst við landbúnað og einir tveir mans arbeiða við aliringunum hjá Fiskaaling, sigur Eyðfinn Lenvig.
Lækka skattin í smáu kommununum
Í samgonguskjalinum stendur, at besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum og at samgongan er samd um at fremja verulig tiltøk, so at útoyggjunum og smáplássunum skal verða lív lagað
Hvat kann til dømis gerast fyri at fáa fólk at flyta aftur til útjaðarin?
? Fyri tað fyrsta, so mugu politikararnir gera livikorini betri.
? Flakavirkið, sum var í bygdini lat aftur fyri nøkrum árum síðani, tí tað bar seg ikki fíggjarliga og vit kunnu undir verandi umstøðum ikki rokna við, at tað letur upp aftur. Tað er alt ov stór umsiting av einum so lítlum virki, og tað hevur ikki møguleika at bera seg fíggjarliga.
Hevði tað so ikki verði møguligt at veitt studning til eitt slíkt virkið?
? Tað haldi eg ikki. Prinsipielt eri eg ímóti studningi tí eg haldi at tey skulu kunna standa á egnum beinum, sigur Eyðfinn.
Eyðfinn heldur at politikararnir skulu geva smáplássunum ein fíggjarligan fyrimun, fyri at fáa fólk at støðast har, og eisini at fáa tey at flyta aftur til smáu plássini.
? Eitt hugskot er at lækkað landsskattin. Á tann hátt varðveitir kommunan sínar inntøkur, men borgararnir fáa ein lítlan fíggjarligan fyrimun av at búgva í útjaðaranum.
Tróndur siglur
út í Hest
Annars eru umstøðurnar hjá Hestfólki batnaðar eitt sindur í seinastuni.
Tá ferjulegan á Gomlurætt varð gjørd, fingu Hestmenn í sama viðfangi ein nýggjan bátahyl. Hann var tiltongdur, tí atløguumstøðurnar í oynni vóru ikki nóg góðar frammanundan.
Og fyri stuttum varð avgjørt, at Tróndur í framtíðini skal leggja inn í Hesti á veg úr Skopun á morgni og á veg til Skopunar á kvøldi.
Og bygdarráðsformaðurin letur væl at hesi nýggju skipanini.
? Tað eru í løtuni fimm fólk, sum arbeiða í Havn og búgva í Hesti. Tey kunnu í framtíðini brúka rutuna.
? Men tað gagnar eisini teimum, sum í framtíðini skulu av oynni at ganga í Skúla.
? Sum er fara tey í skúla í Havn tá tey eru liðug við sjeynda flokk, og haðani fara tey ofta í framhaldandi skúla.
Íløgumøguleikar
Men Eyðfinn Lenvig er eisini greiður yvir at júst henda skipan, við Tróndi, kann gera sítt til at eitt nú Hestur gerst ein sovibygd til eitt nú Havnina og tað má ikki henda.
Ein møguleiki, sum Eyðfinn Lenvig sær, er, at tað almenna veitir lagaliga fígging til virkir á smáu plássunum.
? Onkrir almennir lánigrunnar eru sum er, og tí hevði tað kanska verið ein gongd leið, men tað krevur sjálvandi, at virkini annars hava útlit til at klára seg fíggjarliga.
? Og so krevur tað eisini at teir røttu persónarnir eru á staðnum. Onkur, sum veruliga brennir fyri sakini, sum trýr uppá tað og sum er áhugaður at leggja orku í tað.
Flutningsstuðulin
Áðrenn tingið varð sent til hús varð samtykt at gera eina lóg um flutningsstuðul til útoyggjarnar, men uppskotið fall burtur tá valið var útskrivað.
Hevði hetta verið ein hjálp hjá hestbúgvum?
? Í hesum uppskotið var serliga hugsa um flutning av olju, men har eru vit í tí hepnu støðu, at oljufelagið sendir ein bil út í oynna og tískil fáa oljuna fyri sama prís, sum tey á »fastlandinum«, men tankin er góður og í tráð við tað sum eg nevndi um at gera liviumstøðurnar betri