Politisk list
Allir ælabogans litir hava fingið sín sak fyri, og úrslitini av hesum heldur sjáldsama partinum av valstríðnum kunnu vit síggja í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum leygardagin. Tá verður skipað fyri uppboðssølu av listaverkunum. Allur peningurin, sum kemur inn, fer til keyp av bussi til sjúklingarnar á psykiatriska deplinum.
Listaverkini hava landspolitikarar og kommunalpolitikarar gjørt umframt nøkur av okkara kendastu listafólkum. Uppboðshaldari verður Rasmus Magnussen og verður uppboðssølan umleið kl. 17, eftir almenna pallborðsfundin um heildarpsykiatri, sum Sinnisbati skipar fyri.
Mynd
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard eftir lokið listaverk. Mynd Jens Kr. Vang