Politikararnir trýstir upp í ein krók

Økti raksturin av samfelagnum er nú so álvarsliga hóttur, at politikarin sær ongan útveg uttan at leggja uppaftur tyngri byrðar á vinnuna, har peningur hómast. Seinasta stráið er tilfeingisgjaldið

Jógvan við Keldu
-----
Tá eg hugsi um tilfeingisgjaldið, og taki tvinnandi dømi, har annað er akademikari – búskaparfrøðingur – meðan hitt er vinnulívsmaður – reiðari og fiskimaður – so er støðan sera ørkymlandi, tá vit hugsa um landsins framtíðar yvirlivingarmøguleika.

Fyri stuttum, hugdi eg at bloggi hjá skilagóða politiska viðmerkjaranum, Niels Lunde, har hann m.a. vísir á loysnarorðið um at “Útbúgving tryggjar tína framtíð”, sum hann sigur: “ikki er ókent í Danmark, hetta stendur í rópandi mótsetningi til, at í Danmark í februar 2011 ikki eru færri enn 7.930 arbeiðsleysir akademikarar”.

Lunde er sannførdur um, at útbúgving er neyðug, “men hon má standa mál við og hóska samfelagsmenningini, og hava størri grundarlag í praktikki”.

Cepos vísir eisini á, í øðrum samanhangi, frá útsagnunum hjá einum av mest royndu vinnulívsjournalistum, Carsten Steno, at stórar fyritøkur sum Novo, Carlsberg og Vestas, geva alt færri abrbeiðspláss í Danmark. Tí leita politikarar desperatir eftir vakstrarfyritøkum, og tí er umráðandi at fara væl um eigaraleiðarar. - Danir eru farnir at skilja støðuna.

Munurin er debet og kredit
Ídag stinga almennir stovnar seg upp í Føroyum – kostnaðarmiklir! Hesir skulu eitast at geva borgarum alt, m.a. betri møguleikar at kæra, fyri at fáa dyggari upplýsingar, samstundis, sum samfelagið við politiskum lógarsmíði gerst alt fløktari og við hesum í allar mátar leggur meiri arbeiði á allar stovnar – óneyðugt - og soleiðis á borgaran.

Fyri at koma aftur til tilfeingisgjaldið, sum nú verður kravt frá skipum og manning, er at siga, at spurningur er, hvat ein roknar sum krav av tilfeingisgjaldi og nær verður tað goldið, um tað er í debet ella kredit, sum lívið oftast er uppbýtt.

Búskapafrøðingur – vit kundu eins væl tikið dømi um annan akademikara, men í hesum føri hóvar tað málinum, tí hesir úttala seg oftast um annans mans pening - so hevur hann brúkt almenna tilfeingið, í hesum føri útbúgvingarstovnin, inntil hann liggur um 27 ára aldur, har lands- og ríkiskassi fíggjarliga hava lagt rygg til, sjálvandi saman við honum. Alt gott um tað, sum ofta verður tikið til.

Tá hesin nú er útbúgvin, kemur aftur til lands, setir hann krøv til tað tilfeingið, sum hann sigur reiðarar og fiskimenn - av órøttum - hava fingið fyri onki, “fiskurn er jú fólksins ogn”, ogn búskaparfrøðingsins, og hann sigur: “Eg finni meg ikki í, at felag ella menn fara út eftir mínari ogn, uttan at spyrja meg eftir, og sjálvandi skal eg hava gjald fyri tað”. - Onki er meiri misskilt enn hetta!

Privata avlopið í landskassan
Tykist ikki, sum um hann hevur skonkt tí ein tanka bardagan fyri, at bæði reiðarar og fiskimenn við hørðum arbeiði ígjøgnum mong ár, hart vundnum valuta til landið, høgum millióníløgum í bæði niðurgongdum við djúpum dølum men onkuntíð við uppgongdum, har allarfægstu náddu tindin. Nei, hjá honum standa eygu, oyru og øvundin við kravi um, at hesir ”skulu ikki fara fara avstað við mínari ogn”.

Ofta fegnast politikarar um eina ella aðra íverksetaraspíru við øllum góðynskjum, men tá hon er farin at geva nakað og er til gagns fyri land okkara, fær “pípan annað ljóð”, tá skal avlopið í landskassan, so landskassaraksturin kann økjast.

Menning krevur dygga hugburðsbroyting
Peter Thiel, stovnarin av PayPal, sá fyri sær, áðrenn tað hendi, at KT-bløran fór at bresta, tað næsta hann sá, var at bústaðarbløran í USA fór at fáa mønustingin, og nú hevur hann heilt seriøst tikið stig til, at: “fáa 20 lesandi at fara frá “college” og byrja egna fyritøku og við hesum stigi, hevur hann bjóðað teimum 100.000$ í part við í sjáttuna fyri at stovna fyritøku, hann ræðist fyri, at “tann sum skuldi bjarga landinum, nú má bjargast, tí akademisku arbeiðsplássini standa ikki mát við útbúgvingarmynstrið””. Hann er sanførdur um, at hetta fer at verða næsta bløran, ið brestur.

Heldur enn at skora undir okkara fiskivinnu, leggur politikarin tyngri byrðar á, og aftaná at hava greitt veljaranum frá, at hetta ikki fer í landskassarakstur, men í grunn, nú beinleiðis fer út í landskassarakstur. – Tilfeingigjaldið er eitt av seinastu stráunum.

Her er tvingandi neyðugt við hugburðsbroyting, tí politikarin er ídag fullkomiliga trýstur upp í ein krók, tí ráðaleysur, nú hann aftur hevur tyngt føroyska vinnulívið, alt meðan føroyska samfelagið spakuliga otar seg út móti eggini.