Danska blaðið Politiken gevur føroysku matstovuni í Keypmannahavn Etika rættiliga góð ummæli. Fýra út av seks stjørnum fær Etika í rættiliga drúgva ummælinum, sum er at finna á heimasíðu blaðsins í dag.
Í ummælinum verður greitt frá upprunanum til matstovuna, hvussu kokkurin Jens Rahbek var við at byrja fyrstu sushimatstovuna í Føroyum ? Etika í Havn ? og hvussu teir royna at koyra sama konsept í Danmark nú, har føroyski fiskurin er í hásæti.
»Jens Rahbek har med Etika skabt en ny flot, personlig og stilren restaurant.
Kvaliteten, vi oplevede denne aften, var generelt høj og i god overensstemmelse med priserne. Der var enkelte smuttere og bølgegang undervejs ? men intet der på nogen måde kan rokke ved, at et besøg på Etika varmt kan anbefales, og at vi fluks sender fire snehvide huer og en klar anbefaling derned«, sigur ummælarin hjá Politiken, tá hann tekur saman um heildarupplivingina á Etika.
Les ummælið í síni fullu longd á politiken.dk