Dag og dagliga fylgja fjølmiðlarnir vi tíðindum úr tí politiska heiminum,
og sum ung munnu tey vera fá, ið eru rættiliga áhugað í hesum. Tó so, fleiri
eru, sum fylgja við og hava stóran áhuga fyri tí, ið rørir seg í tí
politiska retorikkinum. Men eru tað veruliga mong ung, sum í sínum bestu
árum tíma at baksast við hetta raffineraða evnið? Á einum gerandisligum
støði? Nei.
Sum so er tó onki galið í tí, at ung í flestu førum ikki hava serligan áhuga
fyri teim málum, ið verða viðgjørd alla tíð allastaðni. Táið umræður eitt nú
?føroyska fullveldið", hava vit í alt ov stóran mun lyndið til at bólka
okkum upp í annaðhvørt tjóðveldisfólk ella sambandsfólk. Hetta er ein av
sonnu vandunum við hesum máli, og ein av høvuðsorsøkunum til spjaðingina í
tí føroyska samfelagnum. Hetta varpar um somu tíð eina óhugnaliga glærmynd
av framtíðar ungdómi Føroya.
Tað er eyðsæð, at vit heldur skuldu staðið saman. Tað er eyðsæð, at vit
heldur áttu at niðurbrotið teir ideologisku múrar, vit laga umkring okkum,
og lagt felags ætlanir.
Tey ungu í Føroyum hava í høvuðsheitum heldur ikki havt nakað annað at tikið
støðu til politiskt uttan fullveldismálið, ið seinastu árini hevur vigað á
tromini á hvørjari føroyskari tungu.
Men hví so ikki gjørt burtur úr hesum sermáli?
Eg havi hugsað um tað. Kundu vit ikki fingið western filmsjangruna í
føroyskt skap? Á sama hátt sum amerikumenn, kundu vit føroyingar lýst okkara
søgu gjøgnum cowboyfilmar. Cowboyfilmar, har frælsi er ultimativið, og
fullveldismenn og sambandsmenn berjast ímóti hvørjum øðrum! Ja, hevði tað
ikki stutt sagt verið genialt!?
Einasti trupulleikin hevði verið at valt part. Eyðsýnt er, at neyvan høvdu
øll verið samd um, hvussu filmurin skuldi sæð út, og vandin fyri, at vit
lýstu søguligu hendingarnar skeivt, hevði óivað spælt inn. Tað hevði helst
komið ann uppá, um tú stuðlar flokki B ella E.
Men kundi tað ikki riggað? Vit kundu gjørt ein nútímans føroyskan western,
har Anfinn er presidentur, og Høgni tann beinharði sheriffurin, ið herðir
krøvini fyri øllum lógleysum. Indiánararnir kundu so verið Jóannes og
Lisbeth, ið kempa fyri at varðveita teirra territorium og togast við
politiska eirindaloysi?!
Ella øvugt, har i? Jóannes er yvirhøvdið og Lisbeth lógarinnar kaldi
kjálki!? Pallsetingarnar kundu verið í Tórshavn, Skansin og barrirnar har
eru jú uppløgd støð til eina slíka filming!
Men so er at finna hetjuna. Tí hvør er nú hon? Er tað Fogh? Ella Nyrup? Ella
er tað í veruleikanum Høgni? Ella Lisbeth?
Og hvør er taparin?
Torfinnur