Politikkur er at vilja...

- Eg eri av teirri sannføring, at betur er at greiða frá, hvønn politikk tú sjálvur ætlar at føra, heldur enn at skjóta mótstøðumonnum ivasom motiv í skógvarnar, skrivar Eirikur Lindenskov

Hendan seinasta dagin fyri valið eru tað helst fleiri, ið enn ikki hava gjørt sær greitt, hvar krossurin skal setast. Ymiskt er, hvussu valevni hava ført seg fram, og ymiskt er, hvussu flokkarnir hava raðfest, soleiðis at so nógv valevni sum gjørligt eru sloppin til orðanna. Tó má sigast, at frægasta høvi hjá valevnunum at koma fram, hevur verið í bløðunum báðum, Sosialinum og Dimmalætting.


Mánakvøldið var so »tann stóri lokali valfundurin« í Havn. Hann varð hildin í Læraraskúlahøllini, og vóru eftir umstøðunum nógv fólk á fundi - so at siga øll pláss vóru upptikin. Hetta má sigast at vera nógv, tí undirtøkan fyri politiskum fundum er minkað rættuliga nógv seinnu árini.


Sig heldur, hvat tú sjálvur vilt gera

Nú havi eg sjálvur ikki nakrar politiskar royndir, umenn eg seinnu árini við mínum starvi sum blaðmaður hava fylgt nógv við í politiska kjakinum á tingi. Men eitt sum eg havi merkt mær í hesum valstíðnum er, hvussu lítið nógvir politikarar hava upp á hjartað.


Í Læraraskúlahøllini mánakvøldið upplivdu vit fleiri garvaðar politikarar standa og brúka tíðina upp á at greiða fólki frá, hvussu vánaligir aðrir flokkar vóru. Av teimum valfundum í Suðurstreymi, eg havi verið á, havi eg eisini merkt mær, at fleiri av valevnunum síggja so stórt í at greiða fólki frá, hvussu serliga ringur Javnaðarflokkurin er. Sjálvur taki eg hetta sum eitt kompliment - hetta merkir einahelst, at teir hava virðing - respekt - fyri okkum.


Sjálvur eri eg av teirri sannføring, at skilabesti mátin at føra seg fram uppá, er við at greiða frá, hvønn politikk tú sjálvur ætlar at føra. Tað hjálpir so lítið at deila hini og skjóta teimum ivingarsom motiv í skógvarnar.


Eitt solidariskt samfelag

­ Politikkur er at vilja - at vilja broytingar, segði svenski javnaðarformaðurin, Oluf Palme. Hesi orð eiga vit, sum bjóða okkum fram at taka við landsins leiðslu, at taka til eftirtektar.


Og broytingarnar til tað betra eru nógvar, sum vit kunnu fremja í føroyskum politikki. Hesar broytingar skulu eftir mínum tykki hava sum høvuðsendamál at skapa eitt solidariskt samfelag - eitt samfelag, har hugsað verður um allar borgarar í samfelagnum


­ Tað samhaldsfasta samfelagið byggir eisini á tað búskaparliga frælsið, og at tey, sum ikki megna at náa hetta frælsi sjálv, verða hjálpt, so at tey ikki detta niður ímillum.


Skulu ikki góðtaka arbeiðsloysi

Eg kundi hugsað mær, at samfelagið verður soleiðis skipað, at tað ikki verður góðtikið, at ein stórur partur av fólki okkara ikki sleppur til arbeiðis. Tað eigur heldur ikki at verða góðtikið, at fleiri samfelagsuppgávur ikki verða røktar til fulnar, samstundis sum fólk eru arbeiðsleys.


Á útbúgvingarpolitiska økinum hava vit í Javnaðarflokkinum ta greiðu støðu at tryggja øllum sama rætt til útbúgving. Hetta m. a. við at hækka útbúgvingarstuðulin og bøta um lánimøguleikarnar - tí eingin skal setast aftur av fíggjarligum ávum.


Í 1988 fingu eina føroyska stuðulsskipan í staðin fyri ta gomlu, sum ikki var serliga rættvís, og nú fingu øll sama rætt til stuðul - sum ikki var treytaður av inntøku foreldra.


Men í dag mugu vit síggja í eyguni, at tann góði viljin frá politiskari síðu at tryggja ungdóminum góð lestrarkor sveik so eftirtrykkiliga. Bera vit stuðulin í dag saman við stuðulin tá, so er keypiorkan fyri stuðulin minkað útvið 45% hesi 10 árini. Bara fyri at koma á sama støði sum í 1988 skal stuðulin nærum tvífaldast.


Eg skal gera mítt?

Sum valevni fyri Javnaðarflokkin fari eg ikki at koma við nøkrum lyftum, sum vit ikki klára at halda. Men eg kann lova, at eg skal gera mítt til at menna samfelagið soleiðis, at tað verður gott at liva í hjá øllumborgarum


Vilt tú sum vit - at førdur verður ein politikkur, ið hevur tað eina endamál, at skapa góð og trygg kor fyri hønn einstakan borgara í landinum, so vel teg sjálvan - vel Javnaðarflokkin.


Eirikur Lindenskov

Javnaðarflokkurin