Politikkur er at vilja. Útspilling er tekin um máttloysi

Jógvan Sundstein

-----------

Við teim møguleikum, sum nútímans tøkni gevur, er næstan ikki mark fyri, hvussu skjótt og víða tíðindir fara út í almenna rúmi. Tá eg á ungum árum fór til Danmarkar at útbúgva meg, var sambandið heim avmarkað til postflutningin, sum gekk 14. hvønn dag við Tjaldrinum. Sum frá leið broyttist hetta til hvørja viku og nøkur ár seinri til skiftistalu í telefon. Nú kann talast í telefon nær sum helst, lurtast kann eftir útvarpi og sjónvarpi, og internetið er opið nær sum helst. Líka mikið hvar á knøttinum ein er staddur ber til at fylgja við, hvat ið gongur fyri seg heima á landi.
Tó skal viðmerkjast, at tað ein fær av tíðindum velst um dygdina hjá teim ymisku miðlunum, bæði bløðum, kringvørpum og portalum v.m. og teim persónum, sum manna hesar miðlar. Og tað kann vera so ymiskt, hvat ein heldur um tað.
Nýmótans samskifti sum Facebook.
Fyri um leið 12 árum síðani “uppfann” ein ungur maður tað samskiftistøkni, sum verður rópt Facebook. Fólk um allan heimin tóku hetta til sín, og í dag eru næstan ein milliard persónar luttakarar á hesum fjølmiðli. Um leið helmingurin av føroyingum eru “limir” í hesi “sektini”. Fyri nøkrum døgum síðani varð Facebook tikið upp á virðisbrævamarknaðin í New York. Sjálvt um søluúrslitð varð heldur lakari enn væntað, so gjørdist uppruna maðurin milliarderur í hundrað milliarda klassanum. Og onnur við honum vunnu hópin av peningi.
Á hesum samskiftismiðli kunnu fólk skriva saman, ella næstan “práta” saman, líka mikið hvar í heiminum, tey eru stødd. Tað tey skriva fer ofta út í almenna rúmið, so einki er longur loynidómur ella privat.
Almenna orðaskifti
Alt tað, eg kann minnast, hevur almenna orðaskifti í Føroyum, ikki minst tað politiska, veri sera lívligt, og til tíðir kanska eisini harðligt. Hóast við hvørt nakað persónligt eisini, so hevur kortini verið eitt mark, sum ikki verður gjøgnumbrotið. Áður var avmarkað nøgd av fjølmiðlum, og tað tók fleiri dagar, áðrenn greinar og lesarabrøv komu fram. Men við nýggjari tøkni kannst tú skriva eina grein, og tíggju minuttir aftaná er hon á netinum. Nú eru ikki allar greinir líka áhugaverdar, men í summum førum kanst tú longu hálvan tíma seinri síggja viðmerkingar til greinina. Og tað ikki altíð við mýkindum.
Sum ein, ið altíð hevur havt, og framvegis havi, stóran áhuga í samfelagsviðurskiftum og ikki minst politiska orðaskiftinum, royni eg at fylgja við í tí, sum fer fram heima á landi. Men eg má siga, at mangan øtist eg um orðalagið, sum nú verður brúkt í mun til tað, sum vanligt var fyri nøkrum árum síðani. Tað er millum annað av hesi orsøk, at eg havi tikið Facebook netverkið fram. Tað er so lætt

at fara inn á hetta og sleingja út alt, ið fellir einum inn, bæði beinleiðis sum greinar til ein fjølmiðil ella – og ikki minst – sum viðmerking til tað, sum onkur annar hevur skrivað. Og her er tað, eg mangan øtist um málburðin, ið brúktur verður. Eitt er, at fólk sjuska við orðavalinum og mangan eru viðmerkingarnar fullar av stavivillum, men sjálvt um fólk eisini við hvørt skriva okkurt rósandi og positivt, so finnast alt ov ofta beinleiðis ljótar og áleypandi viðmerkingar. Hetta fær meg at hugsa um orðini hjá Jákupi ápostli, har hann sigur um mannatunguna: “Við henni signa vit Harran og Faðirin, og við henni banna vit menniskjum, ið eru skapt eftir mynd Guds! Úr sama munni ganga út signing og bann!” Líka so lætt, sum tað er at lata munnin renna av stað við sær, er at trýsta á Facebook knøttin. Men munurin er, at í seinra førinum fer tað á prenti – og fyri stóran part - út í almenna rúmið.
Politiska orðaskiftið, serliga aftaná seinasta val.
Tað, sum serliga hevur ørkymla meg hesa seinastu tíðina, er tað harðliga, og í summum førum beinleiðis útspillandi, orðalagið, sum hevur verið – og framvegis verður – brúkt. Ikki so nógv av teim aktivu politikkarunum, men av tí sokallaða baklandinum, bæði ávísum persónum og eisini av pørtum av fakfelagslimum og umboðum fyri politisku ungmannafeløgini.
Undir valstríðnum førdu teir ymisku flokkarnir sum vera man fram síni sjónarmið, og tað teir vildu arbeiða fyri aftaná valið. Aftaná valið skipaðu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin eitt ABDH landsstýri. Teir samráddu seg fram til eitt arbeiðsgrundarlag, eitt samgonguskjal.
Hetta var einki nýtt, soleiðis sum politiska mynstrið vanliga er í Føroyum. Síðani hendi tað, sum í sær sjálvum ikki skuldi veri so løgi, at nýggja landsstýrið fór til arbeiðis. Serliga Fólkaflokkurin hevði verið nýskapandi í sínum valstríði, og tað gav honum góða framgongd. Flokkarnir royndu sjálvandi hvør sær at fáa síni mál við í arbeiðsgrundarlagið. Nú er tað eina ferð so, at á flestu økjum eru allir flokkar samdir um loysnirnar. So torført er at siga, hvør flokkur eigur tað málið. Men okkurt serstakt mál stingur seg við hvørt upp, sum ein serstakur flokkur “líka sum eigur”. Hesu ferð gjørdist spurningurin um nýggja skattaskipan eitt av høvuðsmálunum. Fólkaflokkurin ynskti progressiva skattin niðurlagaðan, soleiðis at marginalskatturin minkaði. Hetta fer eyðsýnliga at gera, at fólk fáa betur hug at arbeiða meir og harvið økja um sína innnntøku. Hetta ger eisini sum frá líður, at inntøkan í samfelagnum økist og fremur búskaparvøkstur. Hetta er góður konservativur og liberalur politikkur, og skuldi tí eisini hóska væl hjá øðrum borgarligum flokkum. Tað var tí heldur ikki so løgi, at hinir flokkarnir í samgonguni tóku undir við hesum tiltaki.
Samgongan samdist um, at skattatalvan fyri landsskatt skuldi broytast soleiðis, at allar inntøkur upp til 65.000 kr. skuldu rinda 0 %, meðan inntøkur frá 65.000 til 500.000 skuldu rinda 20 % og inntøkur frá 500.000 til 800.000 rinda 25 % og inntøkur frá 800.000 og uppeftir rinda 30 %. Hetta var annar parturin av skattanýskipanini.
Hin parturin var, at tað, sum fólk í framtíðini guldu inn til pensiónsgrunnar til komandi pensiónir skuldi bera ein skatt beinanvegin uppá 40 %, meðan restin (60 %) við tilskrivaðum rentum verður skattafrítt útgoldin til sína tíð. Stórt sæð merkist hetta ikki hjá tí einstaka skattgjaldaranum í mun til higartil galdandi skattaskipan. Men tað merkist nakað hjá pensiónsgrunnunum, tí teir missa nakað av tí inngoldnað, sum teir hava havt ræði á, sjálvt um landskassin átti at havt hesar upphæddir. Trupulleikin við hesi umlegging er tann, at tað verður ein lutfallsliga long skiftistíð, hvar fólk koma at hava bæði sløgini av pensión, tað vil siga bæði tað “gamla” slagið, sum skattur skal gjaldast av við útgjald, og tað “nýggja” slagið, sum er skattafrítt við útgjald. Annars skal viðmerkjast, at sum nú er, er fólkapensións grundupphæddin skattafrí við útgjald, og tað er ein frálík skipan.
Móttøkan av skipanini
Eftir míni uppfatan eru hesar skattaumleggingar ein stórur bati fyri allar borgarar, og sum frá líður vil tað verða ein stórur bati fyri allan samfelagsbúskapin. Men tað bleiv illa móttikið av einum stórum parti av almenninginum. Andstøðan var øll ímóti, men tað var helst mest av taktiskum orsøkum, fyri summi tó kanska eitt sindur ideologiskt. Harafturímóti vóru serliga fakfeløgini og nøkur av politisku ungmannafeløgunum ógvuliga harðmælt ímóti. Tey leikaðu í og demonstreraðu, so tað stóð eftir. Hendan umleggingin er eitt “langtíðarprojekt” – eitt veruligt dømi um, at politkkur er at vilja – men eg rokni við, at tá nøkur ár eru farin, so verða allir partar glaðir fyri, at onkur tordi at skera ígjøgnum.
Men tey, sum róptu harðast fyri nøkrum mánaðum síðani, rópa fyri stóran part enn. Men mær kemur tað fyri, sum tað er við meira og meira máttloysi. Síðani hetta landsstýrið tók við hava flestu Facebook viðmerkjarar og mangir aðrir greinskrivarar lagt eftir Fólkaflokkinum og næstan bara eftir hesum flokki. Tað er næstan ikki dagur, at ikki Jørgen Niclasen verður hunddálkaður í øllum møguligum miðlum. Og ikki bara á tilvildarligum portalum, men eisini øðrum bløðum.
Men tað ber av, tá fakfelagsumboð beinleiðis sendir út í almenna rúmiðå, at fólkaflokksfólk eru kleptomanar. Tá má sjálvt eg øtast. Ein annar “debattørur”, sum ofta heldur seg framat, heldur, at fólkaflokksfólk skulu sperrast inni. Fyri hvat, eigur ein at spyrja? Fyri at gjøgnumføra tann politikkin, sum teir fóru til val uppá ? Hvat skal ein gera við slíka hjálparleysa argumentatión?
Tó rætt skal vera rætt. Løgmaður fær eisini við hvørt av grovfílini. Ein viðmerkjari hevur skrivað fleiri greinir á fremmanda máli, og niðurstøðan hjá honum er: “Lagmanden snyder og bedrager.”
Sjálvt um eg kundi ynskt mær meiri sjálvstýrispolitikk frá hesum landsstýrinum, so má min heilsan vera: Haldi á við at virka og vilja.
------