Politikkur fyri fólkið

Tey flestu kenna hann sum tónleikara. Nógv ung kenna hann sum vikar í ymsum skúlum, og uppaftur onnur kenna hann frá Margarinfabrikkini í Havn. Seinastu tíðina hevur Petur Háberg tó gjørt mest vart við seg á Facebook sum eygleiðari og viðmerkjari til tað, sum fyriferst á politiska pallinum. Hann heldur, at polikkur snýr seg um vanlig fólk og skal vera fyri vanlig fólk

Eg havi ongantíð lagt nakað í politikk. Eg tosi ikki japanskt, og politikkur hevur verið eitt líka fremmant øki fyri meg, so tað havi eg latið onnur um. Politiski áhugin er komin seint. Kanska er tað tí, at eg eri við at blíva vaksin. At eg kenni meg sum part av samfelagnum, Føroyar eru eisini mítt land. Og við tíðini havi eg lagt merki til nøkur ting, sum ikki geva meining. Ting sum ikki hanga saman.
Eg veit so lítið um politikk. Tey eru mong, sum hava nógv betri argumentir enn, sum undirbyggja tað við hagtølum og talvum. Men fólkið hoppar av har. Eg skrivi beint frá hjartanum og haldi, at tað er so áhugavert, at tað skal fella í so góða jørð.

Ein undrandi havnarmaður
Óttin at hava skeivt er so inngrógvin í okkum øll. Eg eri 31 ár og veit ikki alt. Eg kenni ikki svarini til teir spurningar, sum eg seti. Tá eg síggi okkurt, sum eg ikki skilji, so haldi eg, at tað er áhugavert at lufta tað. Tað kann vera, at eg læri okkurt av tí. Men eg dugi ikki eingongd at brúka retorikkin, sum tú eigur at brúka. Eg brúki ongi fremmandaorð, bara vanligt mál og tað er kanska tað, sum riggar, tí tað skilja fólk.
Eg veit, at eg raki nógv fólk. Men eg kann ikki kallast politiskur viðmerkjari, tí tað krevur, at tú hevur eitt sindur av fakligheit og er kvalifiseraður til tað. Politiskur viðmerkjari ljóðar so klókt. Eg eri meiri ein havnarmaður, sum situr heima í stovuni og ikki fái tingini at hanga saman. Tað skrivi eg so, og eg eri ikki tann einasti, sum havi tað soleiðis.
Vit hava heldur ikki brúk fyri fleiri politiskum viðmerkjarum. Vit hava teir longu og tað er gott, men eins og politikkararnir, so tosa teir yvir høvdið á fólkinum. So skjótt eg hoyri orðið 'politiskur viðmerkjari', so fyrihaldi eg meg til tað upp á ein ávísan máta. Politiski viðmerkjarin greiðir á sínum serliga máli frá, hví politiska støðan er sum hon er, og áðrenn eg veit av, so havi eg skift yvir á Rás2, tí politiski viðmerkjarin í Útvarpinum tosar eisini sum politikkararnir.
Eg vildi ynskt, at vit høvdu ein politiskan viðmerkjara, sum var eitt millumlið millum politikkarnar og fólkið. Ein, sum kundi greiða frá: ”okey, tað sum faktiskt hendir er, at um tú eigur tvær hønur og tvær gæs” og so kundi greiða út frá tí. Tí tað snýr seg um fólkið. Eg vildi ynskt, at tað var eitt sindur einfaldari.
Eg tosi við fólk um flattskatt, avtøku av Landsbankanum og makrel. Ikki ein kjaftur veit, hvat tað í veruleikanum inniber. Og tá eg kann fáa so ymsar meiningar frá so nógvum fólkum, so má tað bara merkja, at tað ikki er serliga greitt. Sjálvandi er tað ikki so einfalt sum, at 1+1=2 , men eg vildi mett, at tað er ábyrgdin hjá politikkarunum og landsins stýri at gera tað skilligt.
Tað er øgiliga skjótt at kenna seg býttan, tá tað kemur til politikk. Tað er eisini tí, at eg ikki havi skrivað nakað politiskt fyrr. Tað er so skjótt at verða jarðlagdur. Fólk, sum siga, at eg ikki veit, hvat eg tosi um. At eg má skilja samanhangin, og at tað er ikki so einfalt.
Hinvegin havi eg funnið út av, at teir tankar, ið eg havi gjørt mær og sum kanska ikki eru so rætt orðaðir, tað eru tað eru eisini fleiri onnur, sum hava.

Vit hava ábygd
Sum føroyingar hava vit ábyrgd. Eg kenni bara til, at tú skalt á val og tí havi eg eisini valt. Hetta uttan at hava sett meg inn í tingini á nakran hátt. Tað er ábyrgdarleyst ikki at leggja í, hvat hendir kring og hvar tín atkvøða fer.
Men eg havi altíð verið á valið. Eg havi bara valt onkran sum er fittur, onkran sum eg kenni ella onkran, eg eri í familju við. Akkurát sum so nógvir aðrir føroyingar gera. Eg havi valt Jenis av Rana tvær ferðir, Høgna Hoydal eina ferð og Sunnevu Háberg Eysturstein eina ferð. So eg havi verið víða.
Og eg veit ikki hvørjum flokki, eg fari at atkvøða fyri næstu ferð. Øll hála hvør sín veg, so eg kenni meg ikki tryggan. Faktiskt fresi eg runt á øllum politiska aksanum, sum fólk ofta tosa um.
Men eg haldi, at eg havi rætt at hava eina meining um politikk. Vit skulu tala at, tá vit síggja okkurt órættvíst. Vit skulu eisini gera vart við tað, tá vit ikki skilja hvussu okkurt hongur saman, hetta uttan at verða jarðløgd, kallað býtt og innantóm.

Snýr seg um fólkið
Vit mugu ikki gloyma, at politikkur snýr seg um fólkið. Tað er fólkið, sum hevur valt tey, sum stýra skútini. At politikkarar ikki strekkja seg fyri at gera tað so skilligt fyri øll, er mær óskiljandi. Tað er so umráðandi, at fólki skilir, hvat gongur fyri seg og hvat tað er, vit eru í gongd við í hesum landinum.
Tá eg eri lærari í fimta flokki, so má eg orða meg soleiðis, at tað gevur meining hjá næmingunum. Eg kann gott halda alt møguligt út frá námsætlanum, málfrøði og siga, at føroyskt er hornasteinurin í skúlanum, men hetta fer beint yvir høvdið á næmingunum. Tað skilja tey einki av.
Eg giti ikki, at politikkarar gera tað við vilja. Og eg giti heldur ikki, at nakar roynir at ljóða innviklaður fyri at ljóða klókur. Eg haldi bara, at tað er umráðandi, at fólkið skilir tað, sum fer fram, tí tað er okkum, tað snýr seg um.
Hyggja vit hinvegin eftir lesarabrøvum, so er tað skrivað frá einum politikkara til ein annan. Teir skriva fyri at verja seg sjálvar, og fyri ikki at missa andlit yvir fyri øðrum politikkarum. Tað ræður um at orða seg soleiðis, at tað ljóðar skilagott innanfyri tann diskursin. Har áttu teir heldur at skriva soleiðis, at fólkið skilir hvat teir royna at siga, og hvat teir ætla sær at gera. Eg skilji ikki, at teir ikki kýta seg, fyri at gera tað einfalt fyri fjøldini.
Eg havi eisini eina kenslu av, at fleiri politikkarar halda, at tað snýr seg um teir. At tað ikki snýr seg um at tæna fólkinum. Men tað er jú ábyrgdin hjá einum politikkara at hava samband við fólkið. Tað er ikki fólkið, sum skal renna aftaná og siga ”góði, kanst tú ikki fortelja mær, hvat tit gera?” Tað eigur at vera ábyrgdin hjá einum politikkara at siga, ”okay, tað sum hendir nú er”, at forklára okkum tað og siga, at ”tað er umráðandi, at tit eru við”. Á onkran hátt haldi eg, at tað er skyldan hjá politikkarunum at fáa fólkið við. Eg dugi ikki at síggja meiningina í at gera tað meiri innviklað enn tað er.

Politikkur er ikki fótbóltur
Eg haldi, at tað er umráðandi ikki at vera fastlastur. Eg trúgvi ikki uppá, at tú hevur eina meining, tá tú er 18 ár og so broytist henda meiningin ikki restina av lívinum. At nú haldi eg bara við hesum flokkinum og hetta er mín meining, sum ikki kann broytast. Eg skilji ikki, at nakar hevur tað so. At fólk siga, at tey altíð hava atkvøtt fyri Tjóðveldi, at tað hevur omman eisini altíð gjørt, og abbi var eisini við í flokkinum. Alt tað er líka mikið. At vera skrásikkur í síni meining drepur alt kjak. Tað snýr seg bara um at vinna kjakið og ikki at blíva klókari av at kjakast.
Tað, sum eigur at vera umráðandi, er, hvør umboðar teg best beint her og nú. Tað er hann ella hana, tú eigur at velja. So ganga fýra ár og so skalt tú aftur taka støðu.
Hetta er ikki fótbóltur. Eg eri HB'ari, havi altíð hildið við HB og fari nokk altíð at gera tað. Men tað eru tvey heilt ymisk ting, politikkur og fótbóltur. Eg fái mat á borðið hóast HB ikki verður Føroyameistari, men við politikki er tað nakað heilt annað. Politikkur er so sera álvarsamt. Tað er størsta og mest umráðandi arbeiði í landinum. Eg dugi ikki at ímynda mær eitt torførari starv. Men eg haldi ikki, at virðingin fyri hesi ábyrgd og tað álitið, sum fólkið gevur teimum valdu, er til staðar.

Vónbrot og trúðvirði
Eg verði vónbrotin av fólkum, sum siga eitt og gera eitt annað. Hetta er galdandi fyri øll, ikki einans politikkarar. Men tá tað eru politikkarar, so er tað eyka álvarsamt. Um eg avtali við onkran av fara í Kaffihúsið klokkan fimm, og viðkomandi ikki kemur, so er tað ergiligt, men eingin stór katastrofa. Men at siga eitt við føroyingar, fáa atkvøður upp á tað og so gera nakað heilt annað, tað er ikki tað sama sum at lúgva um, at tú kemur til kaffi og so ikki gert tað.
Hetta er ein spurningur um trúðvirði. Trúvirði er ikki nakað, sum tú skalt begrundað. Tú kanst ikki argumentera teg til tað. Tað skalt tú arbeiða upp, og tað eigur at vera rímiliga klárt fyri øll. At rættvísgera trúðvirðið eigur ikki at vera neyðugt. Tað eigur tú at síggja og merkja.

Alskurin til Føroyar
Alt, sum eg skrivi, hongur saman við, at eg eri so sera góður við Føroyar. Eg elski at vera her. Eg elski mátan, vit liva uppá, hvussu vit eru móti hvør øðrum, og hugburð okkara. At øll kenna øll. Eg elski tað. Føroyar eru sum gjørdar til mín. Út frá hesum er tað, at eg eri farin at skriva. Tað ljóðar sum ein klisje, men tað er út frá kærleika til Føroyar, at eg geri tað.
Og eg havi allar fortreytir fyri at eydnast her í samfelagnum. Eg eri 31 ár, akkurát byrjaður á setrinum, eg havi eingi børn og havi havt ein super uppvøkstur, har alt var harmoniskt.
Eg havi førleikar at gera nógv, og vil eg tjena pengar, jamen so geri eg tað. Men tað eru ikki øll, sum hava fingið so góð kort á hondina sum eg. Men eg, sum havi fingið alt serverað á einum silvurfati, havi ábyrgd at taka mær av teimum, sum ikki hava tað gott. Har mugu vit hjálpa hvørjum øðrum. Tá onkur dettur, jamen so hjálpa vit teimum upp.
Vit eru Føroyar, øll skulu vera her og tí er spurningurin, hvussu fáa vit tað so gott sum gjørligt fyri øll. Eg vil gjarna varðveita tað so einfalt, tí hetta gloyma fólk, tá tey fara upp í politikk.