Politikkur, ið munar

Semjan í landsstýrinum um fíggjarlógina fyri 2011 merkir, at lagt verður upp fyri lønarhækkingunum innan alt útbúgvingar- og undirvísingarverkið.

Skúli og útbúgving ikki rakt av lønarsáttmálum
Tað eina procentið sum kom upp á lønarsáttmálan í 2011 ger tað sjálvandi dýrari at reka fólkaskúlan, miðnámsskúlarnar, sjómansskúlarnar, fróðskaparsetrið, sernámsfrøðina osfr. Tilsamans var neyðugt at finna uml. 6 milliónir krónur til útbúgvingarskipanina, so at hon kann halda fram í 2011 sum í 2010.
Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri okkara næmingar, fyri okkara ungdóm og fyri okkara lesandi. Hevði tað ikki eydnast, hevði tað verið neyðugt at fara harðliga til verka og at niðurlaga virksemi, sum er farið í gongd. Til stóra óeydnu fyri mong. Eg eri sannførd um, at flestu føroyingar eru samdir um, at skúlaverk og útbúgving telist millum týdningarmestu vælferðartænastur.
Nú mugu bygnaðarbroytingarnar koma
Fólkaskúlin hevur longu verið fyri stórum tillagingum orsakað av fíggjarkreppuni, og enn eru vit ikki komin á mál. Semja er framvegis ikki um tær neyðugu bygnaðarligu broytingarnar. Broytingar sum eisini av fakligum og námsfrøðiligum ávum eru neyðugar. Men í sambandi við semjuna um fíggjarlógina varð ásannað, at nú skal skjøtil setast á.

Útbúgving minkar um ungdómsarbeiðsloysi
Og tey mongu, sum eru farin undir eina miðnámsútbúgving, eina verkliga útbúgving ella eina hægri útbúgving kunnu nú eisini føla seg trygg. Tað vildi verið at bitið høvdið av allari skomm, at drigið teppið undan aftur hesari góðu tilgongd. Vit síggja at ungdómsarbeiðsloysið er nógv minkað, og vita at tey ungu eru í holtur við skilagóða útbúgving.

Nógv togan og ein góð loysn
Nógv togan hevur verið hesar seinastu dagarnar um at fáa seinastu semjurnar um fíggjarlógina upp á pláss. Eg haldi at tað er at fegnast um, at ein skilagóð semja er funnin, og at semjan bert í sera avmarkaðan mun ávirkar undirskotið á fíggjarlógini. Vit hava sjálvandi ikki framt ta seinastu sparingina enn – tað fer at vera á politisku dagsskránni leingi afturat, hvussu vit beina burtur stóra undirskotið á fíggjarlógini við skilagóðum bygnaðarligum broytingum – við sparingum, og fram um alt við øktum inntøkum.
Og lat meg at enda sláa fast við sjey-tumma seymi. Tað er ikki endamál Javnaðarfloksins at økja um hallið á fíggjarlógini, soleiðis sum onkur hevur róð uppundir - tvørturímóti. Tí eiga vit eisini at fegnast um, at undirskotið á fíggjarlógini fyri 2010 er uml. 200 milliónir lægri enn væntað. Orsakað av skilagóðum fíggjarpolitikki.
Endamál Javnaðarfloksins er at fyribyrgja, at grundleggjandi vælferðartænastur verða niðurlagaðar. Og at finna skilagóðar loysnir, heldur enn at læsa okkum inni í einari fíggjarlógar-spennitroyggju, sum forðar fyri røttum politiskum avgerðum.