Politisk útpurring

Tíðargrein:

Tað hevur alt ov leingið politiskt brotið í bæði borð eins og aðrar vegir við, í ólukkumát sansað at, og fólk bæði lúgvast og vamlast av føroyskum landspolitikki, eins og fleiri annars skilagóðir politikkarar nú gevast á hondum.
Veljarar kunnu umsíðir missa tolið, rilla í politiskum hugburði og støðufesti, resignera, gevast á hondum og pakka hugsjónarliga saman og harav freistast at velja politiskt greiðari loysnir.

SØGA:
Bøllmenni Hitler var í síni tíð hóast alt valdur á demokratiskan hátt av annars hámentum týskum borgaraskapi.
Helst hendi hetta sum avleiðing av áhaldandi politiskum kaossi og veljaramøði undir Weimarrepublikkini, har annars demokratiskir flokkar, harav fleiri sosialistiskir, ikki megnaðu at semjast um støðufesti og at skipa týska ríkið aftan á fíggjarliga verðaldarkreppu og handan tapið og samfelagsliga upploysn eftir fyrra veraldarbardaga.
Fólk og veljarar vóru umsíðir ráðaleys og evindalig móð av skiftandi stjórnum og atgerðarloysi, og tí slapp Hitler fram at sum hóast alt eitt sterkt boð upp á samfelagsligan ordan, og Gud náði tey og so mong onnur.
Politisktur ruðuleiki kennist annars eisini aftur frá hugtakinum »pólskur ríkisdagur«, og søgukøn kenna avleiðingarnar av tí. Søga skuldi annars kunna lært okkum, men nær læra vit tað?

DAGSINS FØROYAR:
Í dagsins Føroyum eru fólk og veljarar eisini sannlíkt troytt av verandi politiskum atgerðarloysi, fløktari miðfyrisiting og einum alt ov stórum umsitingarsamfelagi, har eftirlit er oman á eftirliti í fleiri lið, og lívið hjá mongum, at síggja til, bara livst við stuðuli og eftirliti úr vøggu í grøv.
Eitt lutfalsliga og óhugnaliga høgt tal av annars fámenta fólkinum livir bara av at klippa og barbera hvørjum øðrum, ímeðan samfelagið spakuliga, men miðvíst bløðir út av peningatroti og berum klandri.
Og hvat pønsa tey so upp á? Jú, enn einaferð ein nýggjan flokk at revsa teir áður gomlu, slitnu og svikafullu, tó vist er, at tað helst bert fer at økja um tann frammanundan babylonska forvirringin og enn meira sundurlyndi og rossahandlar, har veljarar í verki so illa kenna seg aftur frá atkvøðuseðlinum, gerast vónsvikin og resignera í vónsviki, ráðaloysi og í síni ómegd velja bara at tiga.
Tó tá eru veljarar lættir at flyta og keypa av einfaldum og tó greiðum politiskum opportunistum í enn eini vón um, at »nýggir kveistrar kveistra best«.
Men tað er nú ikki heilt vandaleyst fyri samfelagið og kann ørkymla og spjaða fátalda fylgið enn meira.

FRAMEFTIR:
Nýggju gandaorðini »blokkpolitikkur« og »breiðar semjur« ljóða væl, men kunnu væl gerast enn eina ferð ein roynd at tøla veljarar, síðani sjálvsøkin vargur altíð vísir seg at komma upp í millum og spjaða fylgið.
Fólkaræði er gott, men til tess krevst sannur demokratiskur agi heldur enn tað bera sjálvsókni.
Ein onnur loysn kundi verið, um sonn politisk áhugað fólk virkin komu sær upp í verandi flokkar, broyttu teir innanífrá og kanska skoraðu politiskt kleprutar, sjálvsóknar og slitnar vanapolitikarar út av rásini.
Men so krevjast heilt greiðar politiskar felags útmeldingar, sum síðani halda í verki, so fólk frammanundan vita, hvat tey í grundini velja og kunnu rokna við og ikki berar, útvatnaðar neyðsemjur og rossahandlar.
Tað mátti borið til at fingið ein skilvísan rakstur á so fátalda veljarafjøld og ein politikk, sum ger mun rætta vegin. Væl eru føroyingar serstøk tjóð og hartil kanska nakað spesiellir, tó máti skal vera við, í fólkatali ikki fleiri enn ein miðal norðurlendsk kommuna.
Tað mátti eisini borðið til at fingið í lag eina einklari, greiðari, nærri, meiri gjøgnumskygda og fyri samfelagi bíligari umsiting. Samanleggingar, færri høvdingar og fleiri indianarar kundi verið eitt boð.
Føroyskur politikkur og fyrisiting, almen sum privat, má umsíðir kenna sína vitjunnartíð, tí í fólka- og veljaratilvitskuni mann tað stunda væl í tólvta tíma. Tað má og skal bera til hjá so fátaldum og tó væl upplýstum og skúlaðum fólki at fáa ein skilvísan og gjøgnumskygdan rakstur á samfelagið.
Gambling við fólksins ognum, fupp og fidusir eiga ikki at gerast føroysk tjóðarítrott.
Tað eru ikki so mong ár síðani samfelagið, nær um líka fjøllment, smurdi seg við bara trimum landsstýrisfólkum og fámentari umsiting og tað uttan nær námindi eins nógvar tvístøður sum nú á døgum.

SØGA OG FRAMTÍÐ:
E.S. Annars meti eg enn ein fyrrverandi løgmann vera mest virkna sambandsfólk í Føroya søgu, síðani hesin í síni tíð snildisliga fekk »headhuntað« ein dana til Føroya at seta út í kortið fyri nýggjari og – vísir tað seg – alt ov fjølmentari, fløktari og dýrari umsiting, sum tey innføddu bara í góðvarni so glaðbeint bæði tóku og kíkaðu, og sum í verki helst fer at fjøtra føroyskt politiskt sjálvbjargni, so leingi skilið er, sum tað vísir seg at vera nú.