Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður og løgtingsformaður fyri Fólkaflokkin
-----
Síðani Jóannes Eidesgaard skrivaði sína seinastu tíðargrein havi eg hugsað rættiliga nógv um høvuðsinnihaldið í greinini hjá honum. Eg haldi meg skilja boðskapin hjá honum at vera tann, at vit í løtuni hava eitt so høgrasinnað (at skilja sum reaktionert) landsstýri, at allar kreftir uttanfyri núverandi samgongu mugu sameinast fyri at syndra tað annars lógliga valda stýri. Fyri at gera hetta møguligt eiga serliga núverandi størru andstøðuflokkarnir, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, at taka seg saman í ein fast samansjóðaðan blokk. Hesin blokkur skal hava eitt endamál, og tað er at fella verandi samgongu. Síðani skal (rokni eg við) hesin blokkur føra ein vinstrahallan politikk, sum í hansara verð er frísinnaður ella antireaktionerur.
Tjakið um skipa samgongu áðrenn valið
Tað er eitt sindur ymiskt, sum uppleggið hjá Eidesgaard er móttikið. Politiskir svervektarar sum Aksel Johannesen, Sjúrður Skaale, Torbjørn Jacobsen og Høgni Hoydal hava latið hoyrt frá sær. Seinast nevndi tó ikki serliga harðmælt. Tað sum tó meira ella minni gongur aftur hjá øllum er, at teir halda, at núverandi landsstýrissamgonga førir ein nógv øðrvísi politikk, enn tann, hon fór til val uppá. Og so verður lagt upp til, at tá flokkar fara í samgongu aftaná eitt val, kunnu teir ikki politiskt arbeiða annarleiðis enn beinleiðis eftir tí teir førdu fram áðrenn valið. Hesar útsøgnir vísa eina stóra misfatan av teirri politisku, demokratisku og parlamentarisku skipanini, sum vit hava. Væl er tað soleiðis, at í stórum parti av politiska málspektrinum eru allir ella flestu flokkar rættiliga samdir, men á fleiri økjum hava teir 7 flokkarnir eisini sjey ymisk sjónarmið og ætlanir. Um ein landsstýrismeiriluti við trimum ella fleiri flokkum skal fáa øll síni sjónarmið gjøgnumførd er hetta parlamentariskt ómøguligt. Longu her leypir ketan tí av á teoretiska túrinum hjá andstøðusinnaðu fyrrverandi og núverandi politikkarunum.
Tað gongur aftur hjá fleiri av teimum, sum úttala seg, at politiska skipanin í Føroyum ikki skal bíða til aftaná valið at takað støðu til landsstýrisskipan, men heldur kunngera fyri veljarunum undan valinum, hvønn blokk hvør flokkur hoyrir til, so veljarin frammanundan veit, hvussuleiðis komandi landsstýri verður skipað. Hetta verður gjørt í (øllum) øðrum londum verður sagt. Hetta er tó ikki allur sannleikin. Fyrst er at siga, at allastaðni verður altíð fyrst bíða eftir valúrslitinum. Um annar blokkurin (um teir bert eru tveir) fær møguleikan at skipa stjórn, velst eisini um tað kann skipast ein meirilutastjórn, ella tað skal vera ein minnilutastjórn við stuðli frá øðrum flokkum.
Teir, sum halda “frammanundan kunngerðina” vera meiri fólkaræðisliga enn “aftanáskipanina”, hava tó ikki altíð rætt. Vit kunnu taka úrslitið av seinasta danska fólkatingsvalinum sum dømi. Her søgdu Sosialdemokratarnir, Radikalu og Sosialistiski Fólkaflokkurin frammanundan, at teir vóru ein blokkur. Teir fingu stuðul frá Eindarlistanum til at skipa eina minnilutastjórn. Hetta var tað, teir høvdu lovað. Men tað, sum síðani hendi, var, at øll tey lyfti um ymisk politisk tiltøk, sum givin vóru undan valinum, vórðu slept. Í staðin verða tiltøk gjørd, sum nógv meira eru í samsvar við politikkin hjá hinum blokkinum, sum nú situr í andstøðu. Hetta gevur so mest víðgongda flokkinum á vinstravonginum vind í seglini. Nógvir viðmerkjarar og veljarar halda tí, at ein politisk lumping er farin fram. Men tað, sum hendir er bert, at stjórnin hevur verið noydd at síggja politiska og búskaparliga veruleikan í eyguni.
Í Føroyum hinvegin varð bíðað til aftaná seinasta løgtingsval at skipa samgongu. Flokkarnir greiddu undan valinum frá sínum sjónarmiðum og fingu undirtøku hareftir. Síðani varð farið undir at skipa stjórn, og vit fingu núverandi landsstýrissamgongu. Stjórnarsamráðingarnar førdu til eitt samgonguskjal, sum fyri tað fyrsta samgonguflokkarnir, men eisini,fyri ein part, allir flokkar kundu taka undir við. Einstøk mál, sum andstøðan ikki tekur undir við, hava tó skapt stóran røring. Her hugsi eg serliga um broytingar í skattalóggávuni. Serliga Fólkaflokkurin hevur fingið ákoyringarnar, men tað virkar í sjálvum sær mótsigandi, tí júst hesin flokkur gjørdi frammanundan valinum greitt, at hann ynskti hesar broytingar. At hetta so eisini er skilagóður borgarligur politikkur ger, at tað er nátúrligt, at hinir flokkarnir í samgonguni eisini taka undir við hesum. Tað er tí burturvið at halda, at samgonguflokkarnir føra ein annan politikk enn tann, teir fóru til val uppá. At okkurt smávegis, sum til dømis prístalsviðgerðin av blokkstuðlinum misprýðir avtaluna, má so livast við. Men ein av flokkunum hevði tó tað sum eitt kardinalpunkt. Vónandi broytist hetta eftir næsta val til eina niðurlaging av blokkstuðlinum.
Vit mangla sjávræði
Annars er at siga, at allir føroysku flokkarnir eru merktir av, at vit framvegis ikki hava fult sjálvræði. Hetta handikappar allar flokkar í teirra arbeiði fyri at føra reinan politikk. Sambandsflokkurin til dømis er so heftur av sínum sambandspolitikki, at tað flýtur eitt sindur hjá honum á øðrum økjum. Hinvegin er Tjóðveldi so bundi av loysingarsjónarmiðinum, at teir eisini kunnu fløkjast eitt sindur, tá um vanligan samfelagspolitikk ræður.Um vit taka Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, so hava teir við hvørt lyndi til, at ganga so høgt uppí síni samfelagsligu sjónarmið, at sjálvræðishugsjónin kann kámast. Tí meti eg, at fyri at fáa eitt meira framkomið politiskt umhvørvi í Føroyum er neyðugt at avgreiða fullveldismálið. Hetta má gerast sum skjótast, og ein møguleiki fyri hesum er so at taka stjórnarskipanarmálið til viðgerðar og loysa tað til fulnar. Við dreyminum hjá løgmanni um ríkjasamband má hetta kunna lata seg gera.
Um hetta verður gjørt síggi eg fyri mær, at vit um eini 10-20 ár hava tveir høvuðsflokkar í Føroyum. Tað verða Fólkaflokkurin, borgarligur mið-høgra flokkur, og Javnaðarflokkurin, sosialistiskur mið-vinstraflokkur. Borgarligi flokkurin fer at umfata núverandi Fólkaflokkin, stóran part av Sambandsflokkinum, nakað av Tjóðveldinum og meginpartin av Sjálvstýrisflokkinum og Framsókn. Sosialistiski flokkurin fer at umfata Javnaðarflokkin, týðandi part av Tjóðveldinum og minni partar av hinum flokkunum. Miðflokkurin fer kanska at hava ein møguleika sum ein minni flokkur. Til ta tíð kann tað kanska verða, at vit fáa eina politiska støðu, sum líkist teirri í Bretlandi, at tveir flokkar skiftast um einsamallir at hava meiriluta. Tá kann kanska talan verða um eitt slag av blokkpolitikki.
Men so leingi sum vit hava núverandi støðu við eini 6-7 flokkum mugu vit finna okkum í samgongum, har í minsta lagi tveir, men helst 3 ella 4 flokkar eru við. Hesar samgongur gera semjur – ella helst neyðsemjur – har hvør luttakandi flokkur fær nakað av sínum hjartamálum og letur nakað. Hetta kenna vit eisini aftur frá fleiri av okkara grannalondum. Tað kemur eisini ofta fyri í okkara grannalondum, at stjórnarsamgongur ikki verða skipaðar fyrrenn aftaná valúrslitini eru kend. Tað er tí einki fólkaræðisligt skeivt við hesum, sum t.d. Sjúrður Skaale vil vera við. Teir flokkar og politikkarar, sum verða valdir hava ábyrgd tað komandi valskeiðið at umsita sítt mandat eftir besta førimuni og so samvitskufult sum møguligt. Eru veljarnir ikki nøgdir, tá valskeiðið er lokið, hava teir møguleikan at atkvøða øðrvísi næstu ferð.
Hvørjar samgongur hava vit havt
Hóast vit í Føroyum hava bæði vinstravendar og høgravendar flokkar (í ein vissan mun) og sjálvstýriskendar og sambandskendar flokkar, so hava vit síðani heimastýrisskipanin fekk gildi í 1948 havt eitt ótal av ymiskum flokkum í ymiskum samgongum. Eg havi so nøkulunda gjørt upp, hvussu langa tíð teir ymisku flokkarnir hava havt stjórnarábyrgd hesi 65 árini. Yvirlitið sær soleiðis út:
A. Fólkaflokkurin 507 mánaðir ca. 42 ár ca. 65 %
B. Sambandsflokkurin 482 mánaðir ca. 40 ár ca. 62 %
C. Javnaðarflokkurin 504 mánaðir ca. 42 ár ca. 65 %
D. Sjálvstýrisflokkurin 470 mánaðir ca. 39 ár ca. 60 %
E. Tjóðveldi 288 mánaðir ca. 24 ár ca. 37 %
F. Framburðsflokkurin 101 mánaðir ca. 8 ár ca. 13 %
H. Miðflokkurin 43 mánaðir ca. 3,5 ár ca. 5 %
V. Verkamannafylg. 44 mánaðir ca. 3,5 ár ca. 5 %
Viðmerkjast skal, at listi F umfatar bæði Framburðsflokkin, Framburðs- og Fiskivinnuflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin.
Av omanfyristandandi sæst, at allir flokkar í onkrum tíðarskeiði hava verið í samgongu við øllum hinum. So mangan mátti støðutakanirnar mýkjast.
Í tjakinum seinastu tíðina hevur eisini millum annað verið ført fram, at flokkar eiga at siga frá frammanundan, at teir als ikki vilja í samgongu við onkran annan flokk. Hetta samsvarar illa við tað, sum víst er á frammanfyri, har allir flokkar hava stjórnað saman við øllum hinum. Serliga hevur verið lagt til merkis, at Aksel Johannesen, formaður Javnaðarflokksins, hevur harðliga sagt frá, at so leingi hann er formaður, fer Javnaðarflokkurin ikki í samgongu við Fólkaflokkin. Eg havi áður havt hetta frammi, men má endurtaka, at slík útsøgn er eitt armóðstekin, og sigur meira um tann, ið talar, enn tann, ið talað verður um. Útsøgnin ber boð um, at viðkomandi ikki hevur álit á egin evnir. Annars er at siga, at hesir báðir flokkar, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin, hava verið í samgongu saman í tilsamans meira enn 12 ár, og mangt fruktagott kom hóast alt burtur úr. Men Javnaðarflokkurin hevði eisini annan formann tá. Her kemur so eitt annað perspektiv inn í myndina, og tað er, at flokkarnir hóast alt eru mannaðir av menniskjum, sum hvør sær hava sínar dygdir og lýti.
Niðurstøða
Fyri at taka saman um má tí sigast, at enn í hvussu er, verða føroysku flokkarnir noyddir at arbeiða saman. Gerið tykkum ómak við at nágreina tykkara sjónarmið og ætlanir, royni at fáa sum mest av tykkara hugsjónum førdar út í lívið, bæði í samgongusamráðingum og í tí politiska gerandisarbeiðinum í hvørjum valskeiði. Takið ábyrgd av tykkara avgerðum og hugsi fyrst og fremst um tað, sum er best fyri samfelagið sum heild. Øll vilja ikki vera við til alt, men eingin eigur at verða settur uttanfyri bert av illvilja.