Politiskir eygleiðarar hava leingi verið samdir um, at ilt er at fáa eyga á nakra kós tíansheldur nakra semju millum flokkarnar í samgongu. Gamaní eru flokkarnir samdir um at sita, har teir sita, men hvat felags málið hjá teimum er, er trupult at síggja. Ósemjurnar goysa hinvegin upp úr ymsum opum við jøvnum millumbilum, serliga tá einstaklingar fáa markeringshungur og kunngera sínar hugsanir um allar geilar.
Soleiðis var eisini hesa vikuna, men hendan vikan var øðrvísi á tann hátt, at hon var ikki sørt undirhaldandi. Tað byrjaði við, at Bjarni Djurholm, tingmaður hjá Fólkaflokkinum, skrivaði í kronikk, at partar av samgonguni longu tykjast at hava slept endanum og við markeringum fyrireika seg til samgonguslit heldur enn at taka avgerðir, ið eru neyðugar, nú stór tøk skulu takast. Bjarni Djurholm skrivaði:
»Løgmaður, sum skuldi verið oddvitin, minnir mest um flugu í fløsku, ið stjórnar flokki, sum er farin av um tvøran, har loyaliteturin hjá partamonnum móti formanni og samgonguleiðara er syndarligur. Harumframt lefrar minsti samgonguflokkurin púra opinskárað og illoyalt til andstøðuna. Tað var væntandi, at við áhaldandi vánaligum veljarakanningum fór Javnaðarflokkurin at skinkla í límingini og heldur ynskja sær eina tilveru í andstøðu.«
Eftir hesa breiðsíðuna og uppáhald frá Bjarna Durholm um, at samfelagið er á veg ímóti stagnatión heldur enn einum sjálvberandi búskapi, tók Kaj Leo Johannesen, løgmaður, orðið í almennum lesarabrævi. Fiskivinnan og alivinnan hava ongantíð vunnið so nógvan pening sum nú, segði hann, men útgreinaði ikki, um fiskivinna merkti botnfiskaveiða, flakavinna og ella kanska uppsjóarfiskiskapur. Hann skrivaði:
»Góði Bjarni, landið er ikki á eggini til hóttafall. Men vit hava brúk fyri øllum góðum samstarvskreftum í samgonguni, um vit skulu náa okkara málum. Í tí høpinum vænti eg ikki, at tín lutur fer at liggja eftir. Tí eitt skalt tú eiga, Bjarni, tú ert av teimum mest loyalu mótvegis samgonguni í tinginum, og tað er tað, vit hava brúk fyri í komandi tíðum. Við vón um framhaldandi gott samstarv.«
Sjáldsamt hjartasuff
Hesi orð løgmans til samstarvsfelagan, ið segði, at løgmaður mól sum fluga í fløsku, vóru nærum rørandi, men leingi var ikki friður millum manna, tí úr Fíggjarmálaráðnum hoyrdist nú eitt suff av teimum ikki sørt sjáldsomu. Jóannes Eidesgaard, ið skal hava lagt fíggjarlógina fyri tingið áðrenn 30. september, segði orðið, sum nærum ongantíð verður brúkt í politikki. Hann bað hinar báðar halda kjaft. M.a. skrivaði hann:
»Fíggjarlógartilgongdin er trupul og altíð sera viðbrekin. Nógvir kamelar skulu svølgjast serliga í tíðum, har útgjaringar eru avloystar av sparingum og tiltøkum, sum tey flestu hava til endamáls at tálma einum alt ov stórum halli. Tí er als ongin orsøk til, at vit í samgonguni nú fara út í fjølmiðlarnar at skjóta hvønn annan niður um tiltøk í einum ikki lidnum uppskoti.«
Jóannes Eidesgaard vildi altso ikki hoyra meira alment kegl frá sínum samgongufeløgum, og júst sum á einum innanhýsis fundi, tá bylgjurnar ganga hægst, vísti hann bersøgið á víðagitnu orðini hjá Statsråd Michelsen í telegrammi til Bjørnstjerne Bjørnson, tá Noreg í 1905 var um at tryggja sær fullveldi, at nú galt ikki um at blanda seg, men um at halda kjaft.
Hetta er helst fyrstu ferð, at ein løgmaður so opinlýst hevur fingið boð um at halda gák, men skuldi nakar siga sovorðið, skuldi tað ivaleyst vera ein fyrrverandi løgmaður. Og skuldi so nakar leggja upp í orrustuna aftrat, ja, so mátti tann leikarin á pallinum ikki vera minni enn ein annar fyrrverandi løgmaður, og tað var hann eisini. Edmund Joensen setti seg við tangentarnar og sang hesa vísuna:
»Jóannes Eidesgaard eigur at skriva sær aftan fyri oyrað, at hann fær bert undirtøku fyri uppskotum, um tey eru viðgjørd og síðani góðtikin av øllum tinglimum. Er okkurt, ið tingfólk vilja hava broytt ella flutt, so skal tað vera møguligt. Hetta er tað, tey kalla politiskt handverk. Skal ryggdekningur fáast frá baklandinum, og skal undirtøka fáast frá tinglimum, so skal ávirkan latast afturfyri.«
Annita upp í leikin
Í hesi innanhýsis orrustuni millum samgongulimir skuldi ikki verið neyðugt, at nøkur andstøða legði upp í leikin, men tað gjørdi Annita á Fríðriksmørk, ið var farin at troyttast av knarrinum hjá sambandsfólki um blokkniðurskurðin í 2001. Sambandsfólk skriva onki um fiskivinnupolitikk, segði hon. Onki um tær hundraðtals milliónir, ið kundu komið í landskassan. Onki um kommunureform. Onki um skúlareform. Onki um miðfyrisiting.
»At fáa nakað boð frá landsins leiðara um broytingar og betringar og gongdar leiðir hevur ongin nakrar vónir um, hvørki í samgonguni ella í andstøðuni. Hetta finna sambandsfólk seg eisini í. Bara tey sleppa at skriva um blokkniðurskurðin í 2001. Tey trútta niður í fólk, at rótin til alt ilt í Føroyum er blokkniðurskurðurin í 2001. Hetta siga tey, hóast inntøkurnar til landskassan frá skatti og avgjøldum eru øktar við eini milliard síðan 2001," skrivaði hon.
So við politisku skrivingini í vikuni sluppu lesararnir allan ringin runt. Samgongupolitikarar hildu hartingarfund fyri opnum leiktjøldum, og gamli spurningurin um Danmark sum bjarging í Føroyum ella ikki, kom eisini á breddan. Hvat lesararnir fingu burturúr annað enn endurtøkur av gomlum sjónarmiðum og ósemjum, er ilt at vita, men okkurt áhugavert kundi kortini lesast úr útmeldingunum, m.a. grundleggjandi hugsjónarligar ósemjur.
Vinnugjøld og blokkur
Jóannes Eidesgaard boðaði í sínum lesarabrævi frá sparingum og tiltøkum, sum skulu tálma hallinum. Haraftrat arbeiðir hann sambært útvarpinum við, at eykagjøld skulu leggjast á alivinnuna, uppsjóarflotan og fjarfiskiflotan, so fleiri milliónir kunnu fáast í kassan. At júst hetta uppskotið hevur verið á veg, var kanska orsøkin til, at Bjarni Djurholm setti ferð á innanhýsis samgongukjakið við síni kronikk. Hann vísti nevniliga á, at ongin politiskur vilji er til at laga almennu útreiðslurnar til fíggjarstøðuna. Í staðin verður bara tosað um at leggja gjøld á vinnuna.
»Hvør torir at reformera sjúkrahúsøkið, niðurleggja skúlar, skerja lestrarstudningar, tálma almannaøkið, fremja lønarafturhald, leggja stovnar saman o.s.fr.? Nei, tá er ólíka lættari at vilja økja inntøkurnar hjá landskassanum, at tosa um at breiðka skattagrundarlagið, hækka avgjøld, fremja ognarskatt, leggja fleiri gjøld á vinnuna, ja, bara fantasiurin setir mørkini. Búskapurin sleppur ikki at tillaga seg. Úrslitið verður, at vit flyta okkum frá málinum um livandi og sjálvberandi búskap inn í stagnatiónina og afturgongdina,« skrivaði hann.
Og meðan spenningurin undan fíggjarlógarviðgerðini økist, eru ikki bara samgongulimir vorðnir pennaóvinir, men eisini Annita á Fríðriksmørk og Helgi Abrahamsen, fremsti framsøgumaður hjá Sambandsflokkinum í blokkstuðulsmálum. Annita á Fríðsriksmørk skrivaði, at blokkurin av samlaðu bruttotjóðarúrtøkuni er sum ein pirra, einans 5 prosent. Ja, so rímiligt, svaraði Helgi Abrahamsen, hví skuldi fullveldislandsstýrið so brúka 15 ár um at fáa hesa pirruna burtur.
Soleiðis trætast tey, áðrenn fíggjarlógarviðgerðin er byrjað. Nýggir tónar eru ongir at hoyra, bara gamlir, og tvinnir eru kostirnir hjá teimum, ið lesa, annaðhvørt at taka alt í álvara ella lata seg undirhalda av, at politiski retorikkurin melur í ring við somu ósemjum og uppáhaldum sum áður. Ið hvussu er tykist vist, at ringt verður hjá fíggjarmálaráðharranum at geva sínum politisku starvsfeløgum kjaftband.