Politisku flokkarnir avgera javnstøðu í landsstýrinum

Løgmaður ynskir, at flokkarnir hugsa meira um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk, tó at hann ikki krevur tað. Men landsstýrið setir øðrum krøv um javnstøðu, tá landsstýrið skal velja nevndir og ráð

Hevði løgmaður sett flokkunum somu krøv, sum landsstýrið setir øðrum, tá nevndir og ráð verða vald, so kundi javnstøða verið í landsstýrinum

– Ynskiligt hevði verið, um allir flokkar framyvir í størri mun hugsaðu um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk.

Tað er svarið, sum løgmaður gav Ingilín D. Strøm, sum setti honum ein grein 52 spurning um javnstøðu í landsstýrinum.

Spurningarnir hjá henni vóru soljóðandi:

1. Metir løgmaður, at tað er nøktandi, at eingin kvinna er landsstýrismaður í løtuni?

2. Heldur løgmaður, at javnstøða eigur at vera í landsstýrinum? 

3. Ætlar løgmaður at gera nakað við manglandi javnstøðuna í landsstýrinum?

Løgmaður svarar ikki fyrsta spurningin, um hann heldur tað vera nøktandi, at eingin kvinna er í landsstýrinum. Hann svarar við at tosa um, hvussu kvinnuumboðanin hevur verið í landsstýrinum síðani aldarskiftið.

Hann svarar heldur ikki uppá, um hann heldur, at javnstøða eigur at vera í landsstýrinum. Og hann svarar sum so heldur ikki upp á triðja spurningin, um hann ætlar at gera nakað við javnstøðuna í landsstýrinum.

Les eisini: Hann harmast um slipsalandsstýrið

Hann svarar bara í einum og sigur, at »Ynskiligt hevði verið, um allir flokkar framyvir í størri mun hugsaðu um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk.«

Tað er tí einki, sum bendir á, at løgmaður ætlar at broyta nakað fyri at fáa betri javnstøðu.

Tá ið landsstýrið sjálvt velur nevdir og ráð er boðini greið, til tey, sum tilmæla fólk.

Her er eitt dømi um boð frá landsstýrinum um at koma við tilnevningum til almenna nevnd:

»Av tí at samansetingin av nevndini skal vera í trá við ásetingarnar í javnstøðulógini, verða tit biðin um at skjóta upp eina kvinnu og ein mann...«

Kanska nakað hjá komandi løgmonnum at hugsa um, næstu ferð landsstýri verður skipað. 

 

 

Hevði løgmaður sett flokkunum somu krøv, sum landsstýrið setir øðrum, tá nevndir og ráð verða vald, so kundi javnstøða verið í landsstýrinum